Skriva út
Gerast sjúkir av at spæla urgu
22.10.2012 Tíðindi
NOREG: Urguleikarar eru í vanda fyri at ovtaka seg, tá teir spæla á tær tungu urgurnar í norsku kirkjunum. Hetta er ein trupulleiki sum teir kirkjuligu myndugleikarnir í Noregi eru vitandi um. Til tess at bøta um hetta, kemur skjótt tann fyrsta heilsu-urgan.
Mong dømi eru um, at kantorar og urguleikarar hava mikið strev og kenna stóra møði, eftir at hava spælt urgu til eina gudstænastu.
Hetta er ofta samantvinnað við økta arbeiðsbyrðu, eins og tað er ein veruleiki, at ring tíð og tungar urgur hóska illa saman.
Urguleikarin í dómkirkjuni í Kristiansand, Andrew Wilder, er ein teirra sum veit nógv um hetta.
Í fleiri ár var hann merktur av hesum- Hann hevur síðani fingið skaðar í nervalagið, so at neyðugt hevur verið at skurðviðgera báðar handliðirnar, eins og hann hevur fingið tvær skivur settar inn í nakkan, eftir at hava spælt urgu í 12 ár.
- Tað kom til eitt punkt, har eg ikki kundi spæla í meiri enn 20 minuttir út í eitt, tí eg misti følilsini bæði á herðunum og fingrunum, vísir Wilder á.
Urgan, ið Wilder hevur spælt uppá, verður ikki brúkt longur orsakað av heilsuskaðunum, sum hon gevur. Talan hevur verið um eitt mál innan heilsu, umhvørvi og trygd.
Eftir eitt ótal av sjúkrafráboðanum, er nú peningur játtaður dómkirkjuni í norska býnum Kristiansand. Henda verður sostatt fyrsta norska kirkjan sum fær eina urgu, ið lýkur øll krøv innan heilsu, umhvørvi og trygd.
Urgan er formað sum tær siðbundnu urgurnar, men er likamliga einfaldari at spæla uppá.
Les seinni í vikuni:
Oddvør: - Ein urguleikari má hugsa ergonomiskt
Orð: SB
Onnur tíðindi