Skriva út
Gera meiri burtur úr gudstænastunum í føstuni
07.03.2019 Tíðindi
Á flestu støðum kring oyggjarnar verða gudstænasturnar vanliga hildnar sunnudag klokkan 11 ella klokkan 12, - tó við serlig høvi eisini um kvøldið. Sunnudagin 3. mars var sunnudagur í føstuinngangi, og tá var farið í kirkju sum vanligt um middagsleitið. Men tær komandi vikurnar fram til páskahøgtíðina verða hesar gudstænastur ikki tær einastu gjøgnum vikuna. Henda føstutíðin gevur somuleiðis kirkjufólkinum møguleika at sleppa í kirkju á kvøldi mitt í viku. Hetta hendir við tær sonevndu føstugudstænasturnar, sum verða fyriskipaðar kring oyggjarnar. Hesar føstugudstænastur verða sum oftast hildnar mikukvøld ella hóskvøld, og onkutíð sunnukvøld eisini. Samstundis sum kirkjufólkið fær møguleika at leita sær í kirkjuna á kvøldartíð, fáa tey eisini høvið at hoyra aðrar prestar prædika í teirra kirkju. Skipað verður nevniliga soleiðis fyri, at prestarnir hesa tíðina ferðast runt at vitja aðrar kirkjusóknir. Fyrstu gudstænasturnar í føstuni í ár hava longu verið, og soleiðis verður hildið á fram móti páskum. Páskadagur er annars 21. apríl. LÍÐINGARSØGAN Tað er sjálvandi ymiskt, hvussu nógv fólk leita sær í kirkju til eina vanliga gudstænastu sunnumorgun. Og tað sama ger seg eisini galdandi til hesar føstugudstænasturnar. Sigast má tó, at hesar føstugudstænastur geva kirkjufólkinum innilit í og møguleika at hoyra líðingarsøguna hjá Jesusi, frá byrjanini til hann doyr á Golgata og at enda rísur úr grøvini aftur. Hesar komandi vikurnar eru tí júst eitt gott høvi at hugsa um og grunda yvir tann týdning, sum páskaboðskapurin hevur at siga í dag, eins og hann hevði tað fyri 2000 árum síðani. Her verður jú lisið úr líðingarsøguni hjá Jesusi, soleiðis at vit kunnu fylgja hansara tungu gongd og viðferð fram til krossardeyðan. Hjá tí einstaka prestinum – ella í lestrinum, har deknur skipar gudstænastuna – er tí eitt gott høvi at gera henda boðskapin greiðan og hóskandi til kirkjufólkið í 2019. TURRAN FISK OG SPIK Hóast føstugudstænasturnar í stóran mun fylgja teirri vanligu gudstænastuni ein sunnumorgun, so hevur ein í ymiskum kirkjum valt at gera eitt sindur meiri burtur úr. Nógvastaðni er vanligt at kirkjuráðið bjóðar ein drekkamunn aftaná gudstænastuna, har høvið samstundis er at hitta tann vitjandi prestin og skifta orð við hann og bygdarfólkið. Og kanska hann eisini kann greiða frá onkrum áhugaverdum í hesum sambandi. Í gomlum døgum – tað er: í 70’unum – var vanligt hjá teim ungu í Havn at fara til føstugudstænastu, og síðani niðan í KFUM. Har var altíð borðreitt við turrum fiski, spiki og eplum, sum var væl dámt. Her kom tað meiri enn so fyri, at presturin tók orðið fyri at siga frá onkrum, ella hann eisini svaraði spurningum út frá prædikuni. Tær smærru kirkjurnar kring oyggjarnar royna eisini at gera eitt slíkt føstukvøld áhugavert og øðrvísi – og hvør veit, kanska leita eisini onnur og fleiri fólk sær tá í kirkju. Millum annað kann nevnast, at klokkan 20 í kvøld – hóskvøldið 7. mars – verður ein serstøk føstugudstænasta í Miðvági, har Jóannes Purkhús, prestur við heimstaði á Viðareiði fer at prædika. Her fer bólkurin ”Strámenn” at spæla. Men tað sum ger hesa gudstænastuna so serstaka er, at beint eftir prædikuna hevur Jóannes ein samandrátt á enskum máli. Her er tí møguleiki hjá teimum, sum varða av onkrum ið ikki skilir føroyskt, at koma í kirkju at fáa gleðiboðskapin á enskum. Aftaná verða øll boðin til hugnaliga samveru við drekkamunni í kirkjukjallaranum. Í Havnini hevur ein tey seinni árini gjørt nógv burtur úr hesum føstugudstænastunum. Og soleiðis er aftur í ár. TOLLARAR OG SYNDARAR Í økinum kring høvuðsstaðin hava teir tríggjar stóru kirkjurnar valt at samskipa hesar gudstænasturnar mikukvøld. Skipanin er her, at tær tríggjar stóru kirkjurnar – Hoyvíkar kirkja, Vesturkirkjan og Havnar kirkja – skiftast um at hava gudstænasturnar. Tvær gudstænastur í part verða í hvørjari kirkju. Lagt varð til brots í Hoyvíkar kirkju mikukvøldið 6. mars, her tann fyrra av tveimum gudstænastum varð hildin klokkan 20. Maria Jørðdal, prestur við heimstaði í Kvívík prædikaði. Við gudstænastuna sang eisini fólkakæri sangarin, Martin Joensen nakrar sangir, og aftaná vóru øll boðin niður í kirkjukjallaran til eina hugnaløtu við einum góðum drekkamunni. Hoyvíkar kirkja stendur eisini fyri næstu føstugudstænastuni í høvuðsstaðarøkinum. Henda verður mikudagin 13. mars, tá Patrick de Neergaard, prestur við heimstaði í Vági fer at prædika. Eins og gjørt var við fyrru gudstænastuna, verður eisini eitt innslag við tónleiki undir gudstænastuni. Her fer kamarkórið ”Aurora Borealis” undir leiðslu av Ólavi Jøkladal at syngja. Nevnast kann eisini, at ein í Fuglafjarðar prestagjaldi ger meiri burtur úr føstugudstænastunum enn vanligt: Við føstugudstænastuna mikukvøldið í Leirvík, har Bergur Debes Joensen prædikaði, spældi kendi tónleikabólkurin TOS (Tollarar og Syndarar), og sama kvøld sang sangarin Niels Midord við føstugudstænastuna í Fuglafirði, har Theodor Eli Dam Olsen prædikaði. Hinvegin so kann ein bara staðfesta, at føstuboðskapurin ljóðar í øllum kirkjum – við ella uttan onnur innsløg. Góða føstutíð! Orð: Snorri Brend Mynd: Savnsmynd úr Miðvágs kirkju (Kelda: kvf.fo) |
Onnur tíðindi