Skriva út

Ganga gomlu kirkjugøturnar

23.04.2013 Tíðindi
Ganga gomlu kirkjugøturnar

Leygardagin 11. mai verður skipað fyri gongutúri úr Hoyvík til Kirkjubøar. Vit byrja um morgunin í Hoyvíkar Kirkju við morgunsangi. Haðani ganga vit oman í Havnar Kirkju og víðari út í Vesturkirkjuna. Vit fara inn í báðar kirkjurnar hoyra eitt orð og syngja ein sálm, sum vit kunnu hugsa um. Síðani gongur leiðin yvir Kirkjubøreyn. Steðgað verður við Reynsmúlalág at hava eina andaktsløtu.
Gonguferðin endar út á seinnapartin í Kirkjubøar Kirkju. Hetta er ein langur túrur, so gott er at hava matpakka og drekka við. Leiðari á gongutúrinum verður Sonja Klein, prestur. Meira verður at hoyra um hesa vallaraferðina seinni.