Skriva út
Gamla altartalvan hongd upp í Christianskirkjuni.
03.10.2012 Tíðindi
Tá avgerð varð tikin í fjør um at umvæla altartalvuna í Christianskirkjuni, varð samstundis eisini hugsað um, hvussu skuldi verða frammi við altarið í tíðini, meðan henda var til umvælingar.
Tað var skjótt, at hugskot kom um at heingja altartalvuna úr Klaksvíkar kirkju, sum stóð á Gerðareiði frá 1866 til 1968, upp í staðin fyri hina, so tað ikki gjørdist so bert við altarið.
Hugskotið varð ført fram bæði í kirkjuráðnum og í arbeiðsbólkinum, settur til at arbeiða við umvælingini av núverðandi altartalvu. Avgerð um hetta varð tikin í kirkjuráðnum í seinasta mánaða, og við játtan frá Próstadømisráðnum varð hon hongd upp í seinastu viku.
Myndaevnið á hesi altartalvuni er Jesus og teir tveir lærusveinarnir í Emmaus. Altartalvan er málað í 1867 av danska listamanninum Peter Raadsig. Hon varð latin sum gáva frá kirkjuliðnum til tað nýggju kirkjuna á Gerðareiði, tá ið henda varð vígd sama ár.
Johan Peter Raadsig, 1806-1882, varð føddur og doyði í Keypmannahavn. Hann var lærdur málari, og eisini innan silvursmíð. Sum málari ferðaðist hann í Italia í nøkur ár, og var eisini í Týsklandi. Var áhugaður í romantiska mentanarrákinum, og tað sæst aftur í fleiri av málningum hansara. Eisini hevur hann málað fleiri málningar við myndaevnum úr Italia, meðan hann var har, og eisini við myndaevnum ymsastaðni í Danmark, t.d. Fiskimenn í Hornbæk. Hann hevur málað altartalvur til 5 kirkjur í Danmark, og tað merkisverda er tað, at hann í 1863 málaði altartalvuna til kirkjuna í Glostrup við júst sama myndaevni sum í Klaksvík, og eru persónarnir á báðum altartalvunum ógvuliga líkir, eins og borðið og tað ið er á borðinum, har lærusveinarnir sita. Vit kunnu rokna við, at altartalvan í Klaksvík er málað eftir henni í Glostrup, tó at tær ikki eru heilt líkar.
Tá ið Christianskirkjan varð bygd, vóru allir teir gomlu kirkjulutirnir, eisini teir, ið ikki skuldu aftur í nýtslu, tiknir yvir í kirkjuni til at varðveita. Henda altartalvan, ið nú er sett upp, hevur í fleiri ár verið goymd aftan fyri urguna, so hon ikki hevur verið ásýnilig hjá kirkjufólkinum og øðrum, sum hava vitjað kirkjuna. Hon er nú komin á heiðursplássið oman fyri altarið í kirkjuni, til gleði fyri kirkjufólkið og onnur, ikki minst tey eldru kirkjufólkini í Klaksvík, sum minnast hana frá gomlu kirkju.
Orð: Jógvan Ravnsfjall, Klaksvík
Mynd: Eyðbjørn Jacobsen, Klaksvík
Sí fleiri myndir
Onnur tíðindi