Skriva út

Fyrstu kirkjur okkara

01.12.2016 Tíðindi
Fyrstu kirkjur okkara

Beinanvegin, kristintrúgvin hevði fest røtur í Føroyum fyri meira enn túsund árum síðan, vórðu kirkjur bygdar kring landið. Líkt er til, at tað vóru høvdingar ella stórbøndur, ið bygdu tær fyrstu kirkjurnar á gørðum sínum. Hetta hava verið smáar kirkjur, bønhús kallað

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Vanlig fatan er, at Føroyar vórðu kristnaðar um ár 1000. Í Íslendingasøgum lesa vit, at Ólavur kongur Trygvason royndi at fáa stórmenn úr vesturhavsoyggjum – m.a. Føroyum – sum vóru á vitjan hjá honum í Trondheimi, at taka við kristnari trúgv og lata seg doypa. Álagt varð teimum síðan at boða kristnitrúnna í heimlondum sínum.
Føroyingasøga, sum er skrivað eini 200 ár seinni, sigur frá hendingum í sambandi við hesa kristniboðan. Tað er ikki so nógv, vit vita frá hesum tíðarskeiði í søgu okkara, so at vit kunnu greina tað gjøllari, men verður litið at gongdini í grannalondum okkara hetta tíðarbilið, Føroyar vórðu kristnaðar, so fáa vit eina ábending um tilgongdina.
Beinanvegin, nýggja trúgvin hevði fest røtur, varð farið undir at byggja kirkjur kring landið. Fornfrøðiligar rannsóknir í Føroyum benda á, at fyrstu kirkjurnar helst hava verið smáar stavkirkjur, mest líkar teim norsku, haðan kristniboðanin kom. Líkt er til, at tað vóru høvdingar ella stórbøndur, ið bygdu tær fyrstu kirkjurnar á gørðum sínum. Hetta hava verið smáar kirkjur, bønhús kallað.
Seinasta sunnudag, 27. november – tann fyrsti í hesum kirkjuári – vóru liðin fimmti ár síðan bønhúsið í Øravík varð vígt. Í hesum sambandi var hátíðargudstænasta hildin har. Bønhúsið í Øravík er fyrsti halgidómur í Føroyum í nýggjari tíð við hesum navni. Seinni er missiónshúsið á Hellunum umbygt við torni og klokku og ber nú navnið bønhús. Bønhúsið í Øravík hevur ikki torn. Á vesturgalvinum er tað prýtt við sigmundarkrossinum.
Øravík er partur av Tvøroyar kirkjusókn, Hellurnar av Fuglafjarðar kirkjusókn.

Meira enn fimmti í tali

Í Føroyum eru staðarnøvn, ið hava bønhús sum fyrra navnlið; t.d. Bønhúsmørk, Bønhúsfløta og Bønhúsjørð. Í katólskari tíð vóru mong bønhús í Føroyum – kapell, har fólk savnaðust til ákallan og bøn. Eftir trúbótina vórðu hesi avdankað og livdu bert í hugaheimi fólksins sum staðarnøvn.
Eins og Sigmundur Brestisson bygdi sína kirkju í Skúvoy, soleiðis hava ivaleyst aðrir høvdingar og stórbøndur, so hvørt teir tóku við kristnari trúgv, bygt kirkjur ella bønhús í nánd av gørðum sínum. Hetta vóru eginkirkjur – ella høgindiskirkjur – sum teir sjálvir áttu og ráddu fyri alla ta fyrstu kristningartíðina og nakað eftir tað – til kirkjan í Føroyum onkuntíð um ár 1100 gjørdist partur av teirri norðurlendsku kirkjuskipanini við erkisetri í Lund, og frá umleið 1150 í Niðarósa, ið tá varð stovnað sum eitt serstakt norskt erkibiskupsdømi (Provincia Norvegica).
Norðmaðurin Peder Claussøn Friis skrivar í 1613, at fyri sóttina svørtu vóru 54 kirkjur í Føroyum, men á hansara døgum 39. Um talið 54 eru ongar aðrar upplýsingar, men hetta kann tó vera beint, tí eingin ivi tykist vera um, at í teirri katólsku tíðini vóru fleiri kirkjur ella bønhús enn seinni. Toftir av bønhúsum síggjast ella hava sæst, sum fólk vita um, t.d. í Mykinesi, Koltri, Hesti, Velbastað, Norðradali og Lamba. Og við onkur teirra hevur verið grevstur, t.d. í Hesti í Leiðisgarði, har bønhúsið var stutt frá.
Tá havnarøkið í Hesti í 1967 varð útbygt við bátapalli og gomlu neystini vórðu niðurtikin, var komið niður á fleiri leiði. Frammanundan, tá eitt neyst varð bygt sunnanfyri har, ið kirkjan/bønhúsið hevði staðið, vórðu mannabein funnin. Tey vórðu jarðað aftur á staðnum. Í Hestsøgu sigur Jóan Chr. Poulsen í kapittlinum »Kirkjusøgan« (1947):

Í teirri katólsku tíðini var bæði kirkja og kirkjugarður, ið var kallaður leiðisgarður, í bygdini. Kirkjan stóð har, ið tann hoygarðurin er, ið er tætt við Nýggjustovu og Andrasstovu (syðru); hon stóð syðst í hoygarðinum, sum hann er nú. Hoygarðsstøðið í Jósansstovu er gjørt so at siga beint á kirkjugrundini. Áðrenn hetta hoygarðsstøðið varð gjørt, stóðu roysnini [grótlaðaðu galvarnir] uppi, og tað var o.u miðjuna av 19. øld. Ætlast kann eftir gomlum søgnum, at fýra bríkir hava verið hvørjumegin í kirkjuni, tí onkur av teim gomlu tóktist at minnast, at tær vóru ikki tríggjar, og onkur, at tær vóru ikki fimm.

Eftir trúbótina vórðu bæði kirkja og kirkjugarður í Hesti avløgd. Hestfólk komu at hoyra til kirkjuna í Kirkjubø, og har vórðu øll lík grivin. Kirkjugarð fingu hestfólk aftur um aldaskiftið 1900 og kirkju í 1911.
Bønhúsini hava í einum kalli verið útkirkjur; sokallaðar annekskirkjur. Høvuðskirkjan hevur verið í prestbygdini, og eftir øllum at døma verið nakað størri enn hinar. Í Vága prestakalli hevur kirkjan í Miðvági soleiðis verið høvuðskirkja.
At kirkjurnar sambært Peder Claussøn Friis eru 39 í tali í 1613 er álítandi, tí tað er tað sama, sum nevnt verður í álitinum hjá teirri nevnd, sum í 1709-10 varð sett at gera upp ognirnar hjá krúnuni í Føroyum í sambandi við at kongligi einahandilin varð settur á stovn. Har eru allar kirkjurnar nevndar og stutt frágreiðing um tær allar.
Hesar kirkjur kundu vera ymiskar til støddar, men tær vóru at kalla allar eins í bygnaði: gjørdar úr timbri, innan klæddar við fjalum, sum vóru settar í plógv í undir- og yvirsyll, við grótveggi laðaðum uttanum og taktar við nævur og flagi, soleiðis sum Lucas Debes skrivar í 1673, nevndarálitið 1709-10 og Jørgen Landt í 1800.

Lógu til stórgarðar

Hví í Guds garði er gamli kirkjugarðurin í Skúvoy so langt frá bygdini? Henda spurning setir Knud J. Krogh, stjóri í Tjóðminnisssavni Danmarkar, í greinini »Ólansgarður í Skúvoy« í Mondli, nr 3, 1990. Og hann svarar sjálvur spurningum beinanvegin: Tað gjørdi hann als ikki upprunaliga!
Hetta er ein sera áhugaverd grein, sum ikki bara varpar ljós á kirkjuna hjá okkara fyrsta kristna kirkjuliði í Føroyum – í Skúvoy – men eisini á viðurskiftini hjá teim fyrstu kirkjunum í Føroyum yvirhøvur við atliti til kirkjur í hinum Norðurlondum. Og nú vit umrøða bønhúsini – útkirkjurnar í kallum okkara – er hóskandi at troyta upplýsingar úr hesi greinini.
Knud J. Krogh heldur, at høvuðsgarðurin í Skúvoy hevur verið í Ólansgarði, t.e. búsetur, og at hann hevði verið tað alt síðan landnámið. Kirkja og kirkjugarður vórðu so – einaferð eftir at kristintrúgvin var komin – gjørd aftrat tí garði, ið frammanundan fevndi um fleiri hús, sethús, fjós, hjallar o.s.fr.
Hann heldur orsøk vera til at halda, at garður og kirkja av fyrstan tíð eisini í Føroyum vóru tætt knýtt hvørt at øðrum, sum vit síggja tað í Íslandi og norrønu bygdunum í Grønlandi.
Av tí, at tær grønlendsku bygdirnar doyðu út longu í miðøld – helst í 1400-árunum – kunnu vit har, við at granska toftirnar, gera okkum eina mynd av, hvussu bygningarnir í einum miðaldarsamfelagi vóru skipaðir. Ikki ein einasta av teimum mongu grønlendsku kirkjunum stendur einsamøll. Allar eru tær knýttar at garði, og oftast eru kirkja og kirkjugarður beint við sethúsini.
Í Íslandi – og Grønlandi eftir øllum at døma eisini – hevur hetta sína orsøk í, at kirkjuna átti tann, ið jørðina átti, har gudshúsið var bygt. »Tað liggur nær at hugsa, at kirkjuligu viðurskiftini í Føroyum av fyrstan tíð hava verið tey somu sum í grannalondunum fyri vestan,« sigur Knud J. Krogh.
Einans í Íslandi eru skrivligar keldur til skjals, sum lýsa tey ógreiðu ognarviðurskiftini í sambandi við kirkjubygningar. Bjørn Thorsteinsson, professari, dr. phil., skrivar í bók sínari »Island« (Politikens Forlag 1985):
»Kirkjujørðin (ísl.: kirkjustaðr, tann garðurin, ið liggur til kirkjuna) var kirkjunnar týdningarmesti stovnur«. Mong fylgdu fyridømi Gizurrar biskups (skálholtsbiskupur frá 1080-árunum) og góvu høvuðsgarðin ella ein part av honum til kirkjuna (tað er at siga, teir høvuðsbygningar, ið bøndurnir høvdu latið byggja við garðar sínar) ella til verndarhalgimenni hennara. Hetta sama var galdandi fyri ymiskar aðrar ognir og nýtslurætt. Á henda hátt stovnaðu stórbøndur skattafría kirkjujørð, samstundis sum teir treytaðu sær og sínum ræði yvir henni í allari framtíð. Kirkjurnar vóru soleiðis sum eginkirkjur ein inntøkukelda hjá teimum høvdingaættum, ið høvdu ræði á biskupsstólum, kleystrum og kirkjujørð og fingu sær kirkjuliga útbúgving.«
Tá ið teir íslendsku bøndurnir í 1262-64 umsíðir kenna seg noyddar at fagna Noregis kongi og viðurkenna felags umsiting við Noreg, svitast ikki, at fleiri krøv frá meginkirkjuni stinga seg upp. Tí kirkjan sum stovnur var kongsveldisins tryggi stuðul.
Árni Torlaksson, biskupur í Skálholti 1269-98, kom við teimum boðum frá erkibiskupinum í Niðarósa, at allar ognir hjá kirkjuni skuldu leggjast undir myndugleika hjá biskupum og prestum.
Hetta var at ganga rættindum hjá stórbóndum sera nær. At gera eftir hesum boðum var tað sama sum at taka ræðið á ognum eginkirkjunnar frá landsins ríkastu ættum. Hesum ræði, ið meira enn alt annað hevði verið grundarlag undir teirra ríkidømi og makt.
Eyðvitað mátti hetta elva til stríð millum stórbøndur og biskup. Í 1297 varð semja gjørd. Málið um eginkirkjurnar skuldi av nýggjumn leggjast fyri kong og erkibiskup til gerðardóms. Hóast stórbóndunum eydnaðist at varðveita nógv av rættindum sínum – m.a. vóru framvegis fleiri eginkirkjur verandi ogn og arvafæ hjá stórbóndaættum – so virkaði kirkjan miðvíst fyri at gera so mangar eginkirkjur sum møguligt til kirkjuogn.
Sum fráleið fækkaðust teir bøndur, ið áttu kirkjur. Seinasta leivd í Føroyum var Dímunar kirkja, sum var avdankað í 1923. Hana átti bóndin alla tíð.

Fólk undrast og hugsa

Í Føroyum kann støðan hava verið tann sama sum í Íslandi.
Í øllum førum heldur Knud J. Krogh tað vera vert at hava í huga, at júst í hesum tíðarbili – tá ið stríðið millum kirkju og bøndur í Íslandi leikar sum harðast – er Erlendur biskupur í Kirkjubø komin sær út í stríð til tess at verja rættindi kirkjunnar ímóti »einum Beliassyni, einum fígginda hjá kirkju Guds og Kristusar, ein friðarspillari, Hergerus [Hergeir] nevndur.«
Soleiðis greiðir ið hvussu er Føroya biskupur Jóhannes Teutonicus frá í 1420.
Tá ið sjálvur garðurin, ið ætlandi hevur verið á tí staði, tey rópa Ólansgarður, verður fluttur frá kirkjustaðnum, soleiðis sum her verður hildið, skal orsøkin kanska finnast í eini broytingartíð í føroyska samfelagnum, ið svarar til ta íslendsku samfelagsgongdina, sum her leysliga er lýst.
Um gjørdar vórðu nágreiniligar fornfrøðiligar rannsóknir, hevði tað helst borið til at fingið greiði á, um ein bóndagarður einaferð hevur verið við Ólansgarð. Og sum eisini kann gera av, nær garðurin varð grundaður og nær hann varð niðurlagdur.
Sjálvsagt kann ikki útilokast tann møguleiki, at kirkja og garður onkursvegna eru niðurløgd samstundis. Men hesin spurningur kann gjøllari svarast við fornfrøðiligum rannsóknum í lendinum sunnarlaga í Skúvoyar bygd, har toftirnar av teirri kirkju, sum varð tikin niður í 1937, síggjast, og har kirkjugarðurin enn verður hildin. Annars er vert at leggja til merkis, at kirkjan, ið bygd er í 1852, og sum er tann, ið prýtt hevur tittulblaðið í føroysku kirkjusálmabókini, stóð ikki í kirkjugarði sínum, men eystan fyri. Tó soleiðis, at vestari roysnisveggur var digst við garðin.
Stóð kirkjan undan hesari á sama staði? Ella mundi hon standa inni í kirkjugarðinum, sum hon eftir gomlum siði átti at gjørt? Tann kirkjan, ið stóð í 1709-10, tá skrásettar vórðu allar kirkjur í Føroyum, var merkiliga lítil. Einans 5,5 m long og 2,8 m breið innan. Um hesa kirkju verður sagt, at »sognepræsten besværer sig over, at denne kirke ej er sket ret, efter som han for sine egne midler lod den af ny opbygge anno 1683, da den var ganske forfalden, og ej nyt derfor et skinds værd.«
Um her verður talað um eina kirkju, ið stóð við kirkjugarðin, sum er syðst í bygdini sjálvari – ella í honum – so hevur ið hvussu er ein kirkja verið á hesum staði langt áðrenn 1683. Men einans ein fornfrøðilig rannsókn fer at kunna geva neyvari mynd av, hvussu tíðliga í tíðini, kirkja hevur verið bygd á hesum staði.
At miðaldarsøgan um Sigmund Brestisson og Skúvoy ið hvussu so er í stóran mun er skaldskapur, er eingin ivi um. Men er søgan skrivað um persónar, ið hava livað, og er tað veruleiki, at ein Sigmundur og ein Turið búðu í Skúvoy um ár 1000, er øll orsøk til at halda, at tey vórðu jarðað í tí kirkjugarði, ið nú verður róptur Ólansgarður.
Í 1000-árunum tykist tað enn ikki vera vanligur siður í Norðurlondum at leggja ella seta steinar, ið krossur var ristur í, á gravir. Tað er serstakliga í 1100- og 1200-árunum, hesin siður verður algongdur. Við hesum í huga kunnu krossmerktu steinarnir, sum eru í Ólansgarði, ikki setast í samband við gravirnar hjá Sigmundi og Turið.
Men hetta, at fólk í 1800-árunum siga teir báðar steinarnar, ið tá enn eru sjónligir, vera Sigmundar og Turiðar, hóskar við tann hugburð, sum ráddi aðrastaðni í Norðurlondum um hetta mundið. Hetta er í tíðini, tjóðskaparromantikkurin er í hæddini. Allastaðni royna tey at knýta nøvn, sum søgan á staðnum veit at siga frá, at fornminnum, gravsteinum, beytasteinum og gravheyggjum, ið av tilvild standa eftir.
Hesin einsamalli og frágingni kirkjugarður hevur sjálvsagt í sjálvum sær fingið fólk at undrast og hugsa. Soleiðis sigur søgnin, at í Ólansgarði skal hava verið ein gamal kirkjugarður, har millum annað tey, ið doyðu av svartadeyða – tað er at siga um ár 1350 – eru jarðað.
Av ræðslu fyri smittu góvust tey at nýta kirkjugarðin, sigur søgnin.