Skriva út

Fyrsti lutherski biskupurin í Føroyum

14.12.2015 Tíðindi
Fyrsti lutherski biskupurin í Føroyum

Fýra hundrað og sjúti fimm ár eru liðin síðan Føroyar fingu sín fyrsta lutherska biskup, Jens Gregersen Riber. Hann sat í embætinum í seytjan ár. Í 1557 vórðu Føroyar skipaðar sum próstadømi

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Lutherdómurin var fyrireikaður á ymsan hátt í Føroyum sum aðrar staðir. Tónar ljóðaðu í katólsku kirkjuni, ið ikki vóru so fjarir frá viðhaldsmonnum Luthers her um leiðir.
Men nær kemur ella nær verður trúbótin sett í gildi í Føroyum? Einki skrivað skjal finst, hvørki um at trúbótin kyknar her sum rørsla ella at hon er sett í gildi eftir kongsboðum.
Beinast man tí vera at halda seg til tað, sum hendir í Noregi og her meta um viðurskiftini í Føroyum. Í Danmark og Íslandi var stríð í fólkinum. Í Noregi var einki stríð, men trúbótin varð sett í gildi eftir boðum frá Kristiani kongi III. Hann hevi sett ríkisráðið frá í 1535 og limað Noreg inn í Danmarkar ríki sum danskt land. Og Føroyar fylgdu við. Kongsavgerðin í Noregi var tikin í 1537, og hon varð staðfest á harradøgunum í Oslo og Bergen í 1539.
Í bókini »Føroyar sum rættarsamfelag« nevnir Louis Zachariasen 1535 sum árið, ið lutherdómurin varð lýstur at galda í Føroyum. Hann sigur avgerðina vera lýsta á Føroya Løgtingi hetta árið. Tað man vera ivasamt. Valla hevur Løgtingið staðfest lutherdómin áður enn hann varð staðfestur í Noregi og í Danmark.
Skilabest man tí vera at halda seg til árið 1537, tá kongur lýsir trúbótina at galda í Danmark og í Noregi. Hetta árið er týski trúbótarmaðurin Johannes Bugenhagen í Danmark og vígir sjey teir fyrstu luthersku biskuparnar. Tvey ár seinni verður lutherska kirkjuskipanin (ordinansurin) settur í gildi. Og 1. apríl 1540 verður fyrsti lutherski biskupurin settur í embæti í Føroyum. Hann eitur Jens Gregersen Riber, og er – sum eftirnavnið sipar til – ættaður úr suðurjútska býnum Ribe. Hann er tá eingin ungur maður, farin um tey fimmti. Sum aðrir lagsbrøður í Danmarkar ríki eftir trúbótina er embætisheitið ‘evangeliskur superintendentur’. Men skjótt varð tikið eftir gamla biskupsheitinum aftur. Einans í luthersku kirkjuni í Týsklandi hava teir itið superintendentar.
Í 1541 vígir Jens Gregersen Riber teir fyrstu luthersku prestarnar í Føroyum. Nakrir av teimum gomlu katólsku prestunum eru við; teir, sum ikki vildu, fingu Traðagarð á Sandi at liva av og skuldu halda seg kúrrar har.
Vit vita einki við vissu um, hvussu gingist hevur at fáa nýskipanirnar settar í verk í kirkju okkara í Føroyum fyrstu árini við luthrerdóminum. Tí tað er ikki fyrr enn í 1551 at vit fyrstu ferð fáa nakað at vita, og tað er tá álagt verður prestunum í Føroyum at vera ordinansinum lýdnir og gera sum biskupurin lærir teir.
Seinasti katólski biskupur í Føroyum var Ámundur Ólavsson, sum eins og allir undanmenninir hevði sæti í Kirkjubø. Og í hesum stóli sat eisini nýggi lutherski biskupurin. Men ófriðarligt sigst mangan hava verið, tí Kirkjubøur skuldi ofta vera herjaður av sjórænarum, ið fóru við tí nógva av tí fæ, ein slíkur embætisgarður hevði fyri neyðini.
Hetta sigst vera høvuðsatvoldin til, at Jens Gregeren Riber skjótt tók avgerð um at fara og lata próstin Heina Jónsson á Nesi (ella í Oyndarfirði) røkja embætið fyri seg. Biskupur toldi ikki ólevnaðin. Hann er nú gamal maður og tekur við embæti sum biskupur í Stavanger í Noregi, og har er hann til hann doyr í 1571.
Í 1557 verða Føroyar skipaðar sum próstadømi, fyrst undir Bergens biskupi, síðan undir Sælands, seinni Keypmannahavnar. Og undir Keypmannahavnar biskupsdømi eru vit framvegis, tá Føroyar í 1963 fáa varabiskup. Í 1990 fáa vit egið biskupsdømi og í 2007 verður fólkakirkjan løgd undir føroyska heimastýrið.
Trúbótin er ikki fólkarørsla, ið hevur brotið seg fram í Føroyum, men sett í gildi eftir boðum uttanífrá. Tað man tí hava gingið trekliga hjá fólkasálini at venja seg við tað nýggja og taka við tí. Og enn eru leivdir av katólskari uppfatan í Føroyum.
Allastaðni, har hugsanir Luthers vunnu fram, vórðu kirkjurnar skipaðar sum landskirkjur, men Føroyar fingu somu lagnu sum Noreg. Kirkjan varð ikki skipað eftir føroyskum viðurskiftum, men donskum.
Eisini kirkjumálið varð danskt. Tvørturímóti tí, sum Luther hevði ætlað. Hugsað var ikki um tjóðareyðkenni, men ríkisfelagsskap.
Íslendingar vóru treiskir og varðveittu sítt mál í kirkjuni. Teir áttu longu tíðliga í lutherdóminum skald, ið yrktu sálmar á íslendskum og Guðbrandur biskupur Þórláksson umsetti bíbliuna og gav hana út í 1584. Hann hevði egna prentsmiðju á biskupssetrinum á Hólum.

Relieffið sýnir týska trúbótarmannin Johannes Bugenhagen víga sjey teir fyrstu luthersku biskuparnar í Danmark. Danski myndilistamaðurin Max Andersen hevur stoypt relieffið úr bronsu. Saman við øðrum hámyndum er relieffið sett inn í minnisvarða í nánd av biskupsgarðinum í Keypmannahavn í sambandi við 400 ára haldið fyri trúbótini í Danmark. Staðið verður nevnt Biskupstorgið