Skriva út

Fyrsti føroyski lesturin

10.12.2015 Tíðindi
Fyrsti føroyski lesturin

Jólakvøld 1911 las Theodor Dahl deknur í Sandvíkar kirkju føroyskan lestur, sum Jákup Dahl hevði skrivað. Hetta var fyrstu ferð, at føroyskur lestur var lisin í kirkju her á landi. Men deknurin varð klagaður og fekk átalu. Hetta mátti ikki henda aftur

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Í heyst hevði Árni Dahl fyrilestur í Hoyvíkar kirkju um fyrsta føroyska lesturin, sum lisin er í kirkju her á landi. Hetta hendi jólakvøld 1911, tá deknurin í Sandvíkar kirkju, Theodor Dahl, las lestur, sum Jákup Dahl hevði skrivað og latið prenta í Tingakrossi stutt fyri jól 1909. Theodor Dahl var tá lærari í Sandvík.
Jákup Dahl (1878-1944) skrivaði hóp av lestrum og smástykkjum, sum hann gav út. Til kirkjubrúks lestrabøkurnar »Í lýsing« og »Meðan hildið verður heilagt«. Sjálvur helt hann nógv av dreknatænastuni og tí týdningarmikla og trúfasta arbeiði, deknarnir her útintu halgidag eftir halgidag. Tað kemur týðiliga til sjóndar í grein í Kirkjutíðindum, »Deknatænastan í Føroyum«.
Týdningin í deknatænastuni lýsir Jákup Dahl soleiðis:
Hon hevur havt tann týdning, at tað hvønn einasta sunnudag og heiligdag alt árið hevur verið hildin gudstænasta í hvørji einastu kirkju í Føroyum.
Vit eru ikki før fyri til fulnar at meta, hvat hetta hevur verið vert, og vit kunnu ikki nóg mikið takka fyri hetta.
Latum okkum hugsa okkum, at kirkjan hevði staðið tóm og læst og eingin gudstænasta hevði verið hildin uttan tær seks ferðirnar um árið, tá ið prestur var til »umreisu«.
Fyri nøkrum árum síðan var ein bygdaprestur komin til Havnar ein sunnudag í serligum ørindum. Her í Havn hittir hann ein vinmann sín, sum sigur við hann: »Hvussu ber tað til, at tú gongur her í dag, ein sunnudag? Hvør prædikar nú fyri teg?« »Jú, tað gera nógvir góðir menn,« svarar prestur aftur. »Hvørjir tá?« spyr maðurin uppaftur. »Jú,« sigur prestur, »har prædikar Monrad í einari kirkju, og har prædikar Martensen í eini aðrari, har prædikar Rørdam og Blædel og Frimodt og onkur annar.« »Hvat er hatta fyri tvætl, tú sigur, at hasir menninir eru her,« heldur havnarmaðurin fyri. »Jú, tað er satt,« svarar prestur, »prædikubøkur teirra eru her og prædikur teirra verða lisnar í kirkjunum.«
Og her eru vit við kjarnuna og sannleikan.

Fleiri góðar prædikur

Kirkjufólkið var ikki bundið bert til ein, tann mannin, sum eitt vist mundið sat í kallinum; men tað hevði høvi at hoyra fleiri prestar, hvønn við síni serligu rødd, hvønn við sínum serliga lagi at bera boðanina fram á. Sjónarringurin varð størri, innihaldið meira umfatandi og fjølbroytt.
Kirkjufólkið hevði høvi at fáa góðar prædikur at hoyra. Sjálvsagt hava tað verið prestar í Føroyum, sum hava dugað væl at prædika, men onkur man ikki hava havt stórvegis at bjóða sum prædikari, um enn dugnaligur í sínum embæti. Hetta trot bøttu tær ymisku lestrabøkurnar við sínum mongu og góðu prædikum.
Roknað verður við, at teir menn, sum hava givið prædikur út, hava roynst millum teir frægastu at prædika og at tær prædikur, sum teir hava skilt burturúr og givið út í bók, hava verið burtur úr teimum frægastu hjá teimum.
Kanna vit eftir nøvnini á teimum, sum lestrabøkurnar í kirkjum okkara eru eftir, síggja vit, at tær allar eru eftir teir størstu og mætastu kirkjumenn í teirri donsku-norsku kirkjuni eftir trúbótina. Kirkjufólkið í eini lítlari bygdarkirkju kundi soleiðis fáa »fasta føði«.
Kirkjufólkið hevði viðhvørt høvi til at hoyra stórar talarar. Tað er ikki øllum givið at hava orðið í síni makt og tala væl. Og mangur prestur man hava havt sítt stríð við tí. Men í summum lestrabókum hevur kirkjufólkið hoyrt frálíkar og tiltiknar talarar prædika. Tað hendi, at tey hava kent eitt sindur av, at flog er komið undir taluna.
Kirkjufólkið var meira sjálvbjargið. Tey áttu sína kirkju og hildu sjálvi sína gudstænastu. Lestrabøkurnar átti kirkjan, sum hon annaðhvørt hevði keypt ella fingið.
Kirkjufólkið hevði eina ómetaliga virðing fyri presti og tænastu hansara, men samstundis metti tað eisini sína tænastu høgt. Tey gingu líka nógv í kirkju, tá ið deknurin las sum tá ið prestur var. Tað gjørdi í so máta ongan mun. Tá ið sunnudagur var, varð farið í kirkju annaðhvørt presturin helt messu ella deknurin las. Tað var teirra kirkja og teirra gudstænasta.
At tey hoyrdu prædikur av høvuðskirkjumonnum úr ymsum støðum og ymsum tíðum, tað hevði tann ómetaliga stóra týdning, at tað ikki komu flokkar og partar upp ímillum kirkjufólk okkara, men tey fingu fatur í tað almennkirkjuliga.
Deknatænastan hevur verið ein góður og sunnur máti fyri tí, tey kalla leikmanstænastu.

Deknurin í Sandvík fekk átalu

Jákup Dahl nevnir allar teir góðu talararnar, kirkjufólkið fekk høvi at hoyra í lestrunum. Hetta vóru alt danskir lestrar. Sjálvur legði hann út allar árar at fáa føroyskt inn um kirkjudyr og hetta var andróður við lít, men ikki til fánýtis.
Hann var gudfrøðingur í 1905 og komin heim til Føroya og tikið við lærarastarvi í realskúlanum í Havn, hevði hann seinnapartsgudstænastur á føroyskum sunnudagar í Havnar kirkju, viðhvørt eisini í Meinigheitshúsinum. Men tá honum varð sýtt at prædika í Havnar kirkju á føroyskum, fór hann á Háskúlan at hava gudstænastu og í Kirkjubø.
Og á prenti er sum nevnt jólaprædikan í Tingakrossi í 1909, sum í Sandvíkar kirkju varð lisin jólakvøld í 1911. Tá seksti ár vóru liðin síðan henda lestur, hevði Sophus Pedersen, fyrrv. lærari, ættaður úr Sandvík, í 1971 grein í Kirkjutíðindum um hetta jólakvøldið og avleiðingarnar, ið spurdust burtur úr framføru gerðini hjá dekninum hetta kvøldið. Sophus var tá tólv ára gamal og hevði deknin sum skúlalærara í bygdini.
Kirkjan í Sandvík er bygd í 1908. Viðurin í henni er úr gomlu kirkjuni í Froðba, bygd í 1840, flutt á Tvøroyri í 1856.
Sophus Pedersen nevnir í grein sínari fyrilestrarnar, Petur Martin Rasmussen, prestur, hevði í Útvarpinum við heitinum »Úr Føroya kirkjusøgu«. Ikki minst forvitnisligur var parturin um lagnuna hjá føroyskum máli í kirkju og skúla. Sophus Pedersen sigur:
»Vit, sum eru komin upp í árini, kenna tað mesta av tí sorgarleiki, ið fór fram í Føroyum tá.
Tað er ringt at skilja, at tað kann hava verið so vitleyst, at menn fingu harða ábreiðslu og mistu livibreyðið, tí teir tosaðu føroyskt mál í skúla og kirkju. Men tað er ein veruleiki. Væl er, at tað er farið í dapra søgubók.«
Sophus Pedersen nevnir síðan kirkjuna í heimbygd sínari sum eina søguliga kirkju, ið var karmur um hin fyrsta lesturin, sum nakrantíð hevði verið lisin á føroyskum her á landi.
Um ikki øll, so vóru tað tey, sum ikki hóvaðu at føroysk tunga ljóðaði í kirkjuni. Kirkjumálið var jú danskt! Og hesi ørgu klagaðu deknin, Theodor Dahl, fyri sóknarprestinum í Suðuroy, Gulaki Jacobsen. Hann læt boðini fara inn á Nes, til Fríðrik Petersen próst. Theodor Dahl fekk eina ábeiðslu við boðum um ikki at gera slíkt aftur.
Í Hoyvíkar kirkju í heyst segði Árni Dahl seg ikki hava funnið nakað skjal hesum máli viðvíkjandi, so hetta má hava verið ein munnlig átala, ið Gulak Jacobsen hevur borið dekninum frá prósti.
Tilskilast skal, at Theodor Dahl var abbi Árna Dahl.

— — —

Theodor Dahl var ættaður úr Funningi, føddur har 4. januar 1884. Faðir hansara var lærari í Funningi og við Gjógv. Hann æt Óli Dahl og var ættaður úr Dali í Sandoy, harav ættarnavnið.
Næstan smádrongur fór Theodor Dahl til Havnar at ganga í skúla, og her varð hann verandi til hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1908.
Eftir próvtøkuna fekk hann starv sum lærari í Sandvík, ið frammanundan hevði havt lærara felags við Hvalba (Óli Niklái Skaalum). Í Sandvík var Theodor lærari í seks ár, og her fann hann sær konu, Onnu Sofíu, f. Poulsen. Tey fluttu í 1914 til Eiðis, har hann fekk lærarastarv.
Theodor Dahl var lærari á Eiði til hann doyði 15. desember 1920, einans 36 ára gamal. Anna Sofía flutti tá við børnunum til Funnings. Hon doyði í 1965.