Fyrsta lutherska útigudstænasta í Føroyum
125 ÁRA MINNI: Annan hvítusunnudag 14. mai 1894 var fyrsti fólkafundur hildin í Føroyum. Hetta var á Traðahamri á Sandi, og tá var eisini fyrsta lutherska útigudstænasta hildin í Føroyum. Sandoyar prestur Jørgen Falk Rønne prædikaði og sálmar vórðu sungnir
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Í stívliga stórthundrað ár hava fólkafundir verið fastur táttur í tjóðlívi okkara. Teir vóru ávøkstur av tjóðskaparrørsluni, sum kyknaði við stovnan Føringafelags. Fólk, gomul og ung, ymsastaðni frá komu saman á onkrum náttúruvøkrum staði, ofta langt frá húsum, at lýða á røður og syngja sangir á móðurmálinum, sum í fyrstani ofta vóru yrktir til høvið.
Ja, her hendi ein sonn eksplosjón! Føroyingar, ið høvdu kvøðið kvæði og vísur veitslukvøld á vetri og á kvøldsetu í roykstovuni og sungið sálmar í kirkju ella undir heimalestri og bøn, fóru nú at syngja felagssangnir. Fólk sungu á veg til fólkafund eftir mannagøtum ella á báti um firðir og sund og á veg heimaftur. Slíkt var ikki hent áður. Ofta vórðu hesir nýggju sangir yrktir til kend norðurlendsk løg, men sum fráleið fóru okkara egnu tónasmiðir at gera løg til teirra.
Fyrsti fundur av hesum slag varð hildin oman fyri Traðir á Sandi annan hvítusunnudag 14. mai 1894. Í Føringatíðindum 7. juni sama ár er henda frásøgn:
»Av tí at mjørki var uppi á Skorunum, samlaðist fólkið fyri vestan á slættanum. Har kom fólk úr øllum bygdum í Sandoy, sjálvur Dímunarbóndin var komin, og nakað av fólki úr Havn, Kirkjubø, Velbastað og fleiri bygdum. Tá ið øll høvdu fingið góðar stundir at heilsast, varð farið niður um tann fyrsta hamaran, har sum lívd var fyri tí kalda landnyrðingslotinum. Sólin sá og sýnið var gott út yvir havið og oyggjarnar, og Sandsbygdin lá so fríð og fagurt grøn við sínum glitrandi vøtnum fyri niðan Traðahamar.«
Teir, ið høvdu boðað til fundar, vóru svágirnir og vinmenninir báðir Jóhan Hendrik Poulsen í Skopun og Mads Andrias Winther av Sandi. Teir høvdu verið á donskum háskúlum og gjørdust har hugtiknir av teim tjóðskaparhugsanum við móðurmálinum sum fremsta boðberingaramboði, ið Grundtvig var upphavsmaður at. Beina fyrimyndin fyri føroysku fólkafundunum munnu helst vera teir útifundir, sum donsk háskúlafólk vóru von at halda, t.d. á hólinum Skamlingsbanken í Suðurjútlandi at stuðla upp undir danskan tjóðskap, sum har var stórliga hóttur av týskum.
Høvuðsevnið á hesum fyrsta fólkafundinum var endamál Føroyingafelags: at vinna móðurmálinum sín fulla rætt í landinum. Hetta evnið mundi vera havt á lofti á flestum fólkafundum eftir tað. Á fundinum varð lisin yrkingin »Við Kaspiska Havið á fløtunum har«, sum Jóan Petur Gregoriussen í Kvívík (Jóan Petur uppi í Trøð) hevði yrkt til høvið.
Kristiligi strongurin í rørsluni kom til sjóndar á Traðahamri henda annan hvítusunnudagin fyri 125 árum síðan. Gudstænasta var her úti undir víðum lofti. Sandoyar prestur Jørgen Falk Rønne prædikaði og sálmar vórðu sungnir. Hetta er, tað vit vita, fyrsta lutherska útigudstænasta í Føroyum.
Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu á Fróðskaparsetri Føroya, sigur, at í katólskari tíð hava teir fyrstu trúboðararnir helst talað til fólk undir víðum lofti, eins og vallaraferðir til halgistøð og skrúðgongur, har akrar hava verið signaðir, eru væl kend úr tí katólska heiminum. Staðarnøvn kundu bent á, at hesi fyribrigdi eisini hava verið her á landi.
Sjósálmar í sambandi við útróður og bátsferðir og still bøn í sambandi við bjargaferðir finnast heilt upp í okkara tíð.
»Ein gudsdyrkan úti í tí fría er sostatt ikki ókend, áðrenn fólkafundirnir taka seg upp. Og so má sjálvandi ikki verða gloymt, at lestur hevur verið lisin uttan fyri tað vígda gudshúsið, eitt nú heima við hús,« sigur hann.
Nú eru útigudstænastur meira vanligar, kanska serliga 2. hvítusunnudag í fleiri støðum, m.a. í Havn.
MYND:
Jørgen Falk Rønne. Prestur í Sandoy 1889-1895