Skriva út

Fyrilestur í Hoyvíkar kirkju

21.04.2016 Tíðindi
Fyrilestur í Hoyvíkar kirkju

Týskvøldið 19. apríl helt Sverri Steinhólm, prestur, áhugaverdan fyrilestur um teir tríggjar undangongu- og samtíðarmenninar Gudmund Bruun, Emil Joensen og Janus Øssurson.

Tað riggaði væl at hava allar tríggjar saman, tí hesir tríggir arbeiddu nógv saman, og vóru kortini undangongumenn uppá hvør sín máta. Allir tríggir høvdu ein týðandi leiklut í arbeiðnum hjá Santa Ólavs kirkjuliði og Kristiliga Ungmannafelagnum í Keypmannahavn.

Aftaná fyrilesturin var drekkamunnur í kirkjukjallaranum, og fleiri fólk høvdu áhugaverdar søgur at siga frá um teir tríggjar og spurningar vóru eisini.

Kelda: Hoyvíkar kirkja