Skriva út

Fyrilestur í Christianskirkjuni

14.12.2012 Tíðindi
Fyrilestur í Christianskirkjuni

Leygardagin 14. desember, kl. 15, heldur Nils Ohrt, savnsleiðari, fyrilestur í kjallaranum í Christianskirkjuni um málningin Hin heilaga familjan eftir hálendska listamannin Rembrandt.


Mæti hálendski listamálarin Rembrandt málaði í 1645 eina mynd av heilagu familjuni í træsmiðjuni hjá Jósefi, har hann er saman við Mariu moy og Jesusbarninum. Faðirin arbeiðir, móðirin lesur, og barnið svevur trygt í vøgguni; alt ein mynd av borgaraligu friðsæluni, sum var fyrimyndin í Hálandi í 17. øld.

Lítla familjan er tó ein serstøk familja. Í bakgrundini "dala einglar niður í loyndum". Harumframt vitna fleiri smálutir í myndini, at Jesusbarnið er Messias, og boða frá líðing hansara, deyða og uppreisn.

Tað er hesin boðskapurin, ið fyrilesturin leygardag seinnapart í Christianskirkjuni fer at fáa í ljósmála. Eisini verður henda "jólamyndin" eftir Rembrandt borin saman við list hansara annars og við mentanina, hann virkaði í.

Øll eru vælkomin.

Christianskirkjan