Skriva út

Fyri kirkjuráðslimir og kirkjutænarar

17.08.2023 Tíðindi
Eiði

Leygardagin 26. august bjóðar Fólkakirkjan øllum sínum kirkjuráðslimum og kirkjutænarum til “Kenn kirkju tína” Holmahúsinum á Eiði.

Skeiðið "Kenn kirkju tína" hevur verið 4 ferðir um landið: Gøtu, Klaksvík, Toftum og í Sørvági. Eiði verður 5. staðið, og so er ætlanin at enda í Havn, har luttakararnir verða bodnir á hotel leygardag og sunnudag 4. og 5. mai 2024. Biskupur og próstur koma tá eisini at undirvísa.

Dagurin á Eiði 26. august byrjar á middegi og endar um nátturðatíð.

Endamálið er at geva kunnleika og at førleikamenna tey, sum standa fyri í Fólkakirkjuni, og sum har gera tænastu.

Vælkomin kirkjuráðslimir og kirkjutænarar – eisini tykkum, sum ikki áður hava teknað tykkum til skeiðið!

  • Tit, sum áður hava teknað tykkum, og sum ikki kunnu møta! Kunnu tit skjótast melda frá við at skriva til Unn Kallsoy á Bispaskrivstovuni unn@kirkjan.fo og viðmerkja “Kenn kirkju tína”?

  • Tit, sum ikki hava teknað tykkum, og sum ynskja at møta! Tit eru hjartaliga vælkomin at tekna tykkum hjá Unn Kalloy unn@kirkjan.fo og viðmerkja “Kenn kirkju tína”.

Skráin fyri dagin
Kl. 12.30: Koma og løtt máltíð
Kl. 13.15: Gudstænastan: Marjun í Kálvalíð
Kl. 14.15: 6.-10. boð: Jákup Erlingsson Petersen
Kl. 15.15: Drekka
Kl. 16.00: Gud Heilagur Andi: Maria Jørðdal Niclasen
Kl. 17.00: Trúboðan: Havstein Klein
Kl. 18.30: Døgurði og endi

Broytingar kunnu koma í skránni. 

Sí meiri kunning her.

Vegna fyrireikingarbólkin
Jógvan Fríðriksson 
biskupur