Skriva út

Fyri alt fólkið!

06.02.2017 Tíðindi
Fyri alt fólkið!

Seinasta sunnudag, 5. sunnudag eftir trettanda, segði biskupur millum annað soleiðis í eini prædiku í Dómkirkjuni:

Hygg inneftir, áðrenn tú hyggur út! Leita inni hjá tær sjálvum, áðrenn tú ruddar upp hjá øðrum! Hygg til himmals, áðrenn tú hyggur til jarðar!
.....
Hugsa vit um fólkakirkjuna og tað kirkjuliga lívið, staðfestir hetta líknilsið, at øll hugsan um eina reina og fullkomna kirkju fellur til jarðar. Tað gevst eingin fullkomin kristin kirkja alla ta tíð, ið hesin heimur stendur.
....
Í Fólkakirkjuni eiga vit at minna hvør annan á, at vit eru ikki ein rein og lýtaleys kirkja. Vit eru ei heldur ein kirkja, har øll hava somu hugsan um alt.

Men, vit hava nógv til felags hvør við annan, tí vit samlast í Jesu navni til tess at hoyra um Guðs stóru náði, at hann í Jesusi veitir okkum eina æviga frelsu. At Guð í Jesusi sær okkum rein, hóast mangt og hvat hongur við við atliti at navni og persóni. Vit eru syndarar, ið tilbiðja og æra frelsaran Jesus og takka honum fyri, at vit, sum eru gitin í synd, eru endurfødd til livandi vónar vegna uppreisn Jesus Krists frá deyðum í heilagum dópi við skírnarfunt.
....
Vit mega ansa eftir, so vit ikki ístaðin fyri at prædika verða eftirlitsfólk, ið kanna góðsku hins einstaka, rættleika og trúgv hansara.

Vit mega ikki døma ella fordøma onnur menniskju, tí dómurin flytur fokus frá Jesusi. Ístaðin fyri Jesus seta vit við dóminum ein syndara í miðdepilin og umrøða syndir í úrvali.

(Prædikan kann lesast í fullari longd á heimasíðuni).

JF