Skriva út
Fýra umsóknir eystan Múla
05.11.2012 Tíðindi
Kallið sum sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi hevur í eitt ár verið røkt av grannaprestunum í Klaksvík og Kirsten Donskov Felter, ið var sóknarprestur frá hálvum mars til og við august í ár.
Í løtuni, t.e. í november og desember, røkir Niels Pauli Danielsen kallið sum sóknarprestur. Tað var júst í Norðoya eystara prestagjaldi, at hjúnini Niels Pauli og Elsebeth í sekstiárunum byrjaðu gerning sín sum prestafólk í fólkakirkjuni. Talan er um eina drúgva og trúgva tænastu. Vit ynskja teimum tveir góðar mánaðir í prestagarðinum í Ónagerði, ið liggur so sera vakurt í tí vøkru náttúruni heimi á Bakka á Viðareiði.
Nú umsóknarfreistin var úti í dag, vóru fýra umsøkjarar til embætið. Um hálvan desember kenna vit navnið á komandi sóknarprestinum á Viðareiði. Nýggi presturin tekur við kallinum 1. februar 2013.
JF
Onnur tíðindi