Skriva út
Fylling tíðarinnar
09.12.2015 Tíðindi
Blaðið í søgubók mannaættar er vent og gerst hitt týdningarmesta
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Í fylling tíðarinnar sendi Gud son sín
Gal. 4,4
Tað tíðarskeiðið í søgu mannaættar, tá Gud sendi son sín í heimin, og sum sambært Galatarbrævinum verður nevnt »fylling tíðarinnar«, ráddi Rómverjaríkið »øllum heiminum«, tað er at siga teimum londum og fólkum, ein tá visti um.
Her ráddu keisarar eina, og teirra vilji var landsins evsta lóg. Men hvør landslutur hevði sín landshøvding, sum á mangan hátt kundi gera sum hann vildi.
Rómverjar høvdu í mangar øldir verið hollir móti fedranna trúgv og tilbiðið teirra gudar, og teir vóru ikki fáir. Men hesin gudamáttur var viknaður. Her var eingin umsorgan, eingin miskunn.
Tó framvegis vórðu gudarnir ákallaðir, tá týðandi avgerðir skuldu takast og krevjandi verkevni greiðast. Men svar gudanna vóru torskild, tí tey skuldu týðast úr fuglaflogi, innvølum úr sláturdýrum og yvirnátúrligum máttum.
Siðalagsliga vóru fólk fyri afturstigum. Uggi og troyst vóru ikki at finna, tá deyði og ógæva vitjaðu, hóast mong trúðu á eitt lív eftir deyðan.
Í gudstrúgv sínari skiltu gýðingar seg í avgerandi mun frá hesum átrúnaði í grannalondunum. Her bíðaðu tey eftir Messiasi, ið koma skuldi og bjarga fólki sínum og bera við sær frið og rættvísi til jarðar. Loysa gýðingar úr rómversku arnarklónum í landi teirra.
Sælar dagar skuldi Messias veita teimum á fold. Sáð Ábrahams skuldi bera miklan ávøkstur millum heimsins ættir. Longri røkk vón teirra ikki. Soleiðis var skilið í »fylling tíðarinnar«.
Jesus var ikki tann Messias, gýðingar høvdu roknað við. Her var einki høvdingasinni, eingin kongalig tign. Bert ein avnoktari, ið helt seg aftrat skøkjum og rekavættum. Og talu hansara um hina himnesku dýrdina og skyldu okkara móti næsta okkara á fold skiltu gýðingar ikki. Teir bóru honum og fylgisneytum hansara hatur.
Og bæði grikkar og rómverjar vanvirdu fyrstu kristnu kirkjuliðini og jagstraðu tey. Hesi kirkjulið høvdu vond kor fyrstu trý hundrað árini eftir okkara tíðarrokning.
Ljósið úr erva
Men í »fylling tíðarinnar« gjørdist »orðið hold og tók búgv okkara millum«. Her var troystin, her var vónin.
Jólanátt, tá Guðs orð fór í hold,
varð ljósið úr erva birt upp á fold.
»Fylling tíðarinnar« er løtan, tá ið Gud vendi søgu mannaættar, so at hon frá at vera ein søga, ið leiddi til undirgang og deyða, nú gjørdist ein søga, sum leiðir til uppreisn og sigur. Tann løtan er komin og verður verandi sum livandi kelduvað í mannasøguni.
Jesus Kristus, Guds sonur, er føddur av kvinnu, føddur inn undir somu lóg, sum dømir okkum til deyða, fyri at vit saman við honum skulu verða loyst frá deyðadóminum og fáa kor sum Guds børn (Gal. 4,5).
Hetta er alt samalt hent. Blaðið í søgubók mannaættar er vent og gerst hitt týdningarmesta. Av somu orsøk er alt tað, ið tengt er at lóg, synd og deyða, djevli og trældómi og fordøming, fortíð.
Tað er ikki meira, sjálvt um vit stríddust við tað fyri skammum bili síðan. Tað var. Tað er fortíð. Tað fór, tá ið fylling tíðarinnar kom við Jesusi Kristi.
Ein fyrireikingartíð
Vit eru í adventini og hava stigið um gáttina inn í eitt nýtt kirkjuár. Advent merkir koma og sipar bæði til komu og afturkomu frelsarans.
Fýra eru sunnudagarnir í advent; tað eru teir fýra sunnudagarnir fyri jól. Fyrsti sunnudagur í advent kann í fyrsta lagi koma fyri 27. november og í seinasta lagi 3. desember.
Teir gomlu róptu adventina jólaføstu, sum eisini stendur í álmanakkanum. Eins og føstan var ein fyrireikingartíð fyri páskir, var adventin ein fyrireikingartíð fyri jól.
Ein leivd frá jólaføstuni mundi vera tann siður, at eingin skuldi giftast í advent, og ikki heldur varð dansað hesar vikurnar.
Men tað arbeiði, tú var farin undir at gera – t.d. at seyma og binda pløgg og klæði ella evna einhvønn lutin til gávu ella prýðis – átti at vera liðugt til jóla; annars varð hetta skýrt »jólatrøll«.
Tey gomlu søgdu, at tær fýra vikurnar fyri jól, vóru mynd av teimum fýra túsund árunum, ið gingu frá syndafallinum til føðing Krists.
Hugsanin í tí gomlu kirkjuni var, at líkasum føstan skuldi vera ein álvarsom fyrireiking til páskirnar, skuldi jólaføstan vera ein ikki minni álvarsom fyrireiking til jólini. Og hetta kennist í teim tekstum, sum lisnir verða í kirkjuni hesa tíðina.
Men adventin hevur ikki tann striksa dámin yvir sær sum føstan fram undir páskir. Adventin ber í sær gleðina um tað, ið koma skal. Og henda gleðin er átøk henni, vit síggja á børnunum, tá ið tey telja dagarnar til jóla. Tey vænta sær nakað gott og gleðiligt.
Men tað ræður um at fyrireika seg á skilagóðan hátt at halda jól. Tað ræður um at vera beinur á haldinum hesar dagarnar, so at vit lenda í tryggari havn; tað er at siga, at heim okkara verður tað fjálga staðið, ið veitir sanna hjartavarman á jólum saman við okkara kæru. Virðingin fyri jólunum sæst nóg so ofta í tí ytra, men tað er í gudslívinum í okkum, at adventin er ætlað fyrireiking til høgtíðina.
Í einum jólalestri hjá ónevndum prædikara verður sagt:
Latum okkum tí – børn og vaksin – steðga á og lýða á ein av adventsmonnum okkara. Tað er Jóhannes Doyparin, ið hevur ein vitnisburð um, hvussu vit eiga at fyrireika okkum til eini røtt jól. Um Jesus sigur hann: »Hann eigur at vaksa, men eg at minka.«
Frálíkar og óførar kunnu jólafyrireikingar okkara vera. Gleðiligt og hugnaligt og stuttligt kann jólahald okkara vera. Men gævi, at alt hetta kortini má gera sítt til, at Hann, sum vit halda jól fyri, má vaksa og fáa týdning fyri okkum. Ja, so avgerandi týdning, so at vit síggja, hvussu lítið, vit sjálvi og alt okkara hevur at týða afurímóti Honum, sum var borin í heim jólanátt.
Gævi, at vit í øllum okkara jólastáki og stási og fyrireikingum mega minka og síggja, at alt er so lítið vert, hava vit ikki givið Honum pláss í jólahaldi okkara.
Gævi tað lítla barnið, sum varð føtt í fjósinum í Betlehem, má vaksa í huga og hjørtum okkara.
Gævi Jesus Kristus má vaksa, so at vit kenna Hann sum frelsara okkara og við okkum sjálvum vita, at fær hann ikki rúm hjá okkum, og verður heim okkara ikki eisini tilhaldshús hjá honum, fáa vit ikki hildið eini sonn og røtt jól.
Latum okkum skoða fram ímóti jólum í allari væntan og vón okkara sum eina sanna gleðinnar høgtíð.
Onnur tíðindi