Skriva út

Fylg mær

11.02.2021 Tíðindi
MYND 1 Jóhannes og Jesus í Jórdanánni.jpg

FØSTUINNGANGUR: Við dópi Jesu í Jórdanánni varð vígsluvegurin latin upp fyri okkum. Vegurin, har Frelsarin býður okkum at fylgja sær.

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Tá kemur Jesus úr Galileu til Jórdans til Jóhannesar at verða doyptur. Men Jóhannes vildi forða honum og segði: »Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!« Men Jesus svaraði og segði við hann: »Lat tær nú eftirlíka, tí at soleiðis sømir tað okkum at gera alt tað, ið rætt er.« Tá eftirlíkaði hann honum. Men tá ið Jesus var doyptur, kom hann við tað sama upp úr vatninum aftur; og sí, himmalin opnaðist fyri honum, og hann sá Guds anda fara niður sum eina dúgvu og koma yvir hann. Og sí, ein rødd kom av himli, ið segði: »Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til.«

Matt. 3,13-17

Um ungdómsár Jesu vita vit einki. Hann veksur upp í fjallabygdini Nasaret í Galilea og hevur kanska hjálpt faðiri sínum, Jósefi, sum smiður, sum onkur málað mynd sigur frá. Ikki próvfastar søgur (legendur) vilja vera við, at hann saman við Jósefi úr Arimateu var handilsferð í Onglandi.

Frá tí at Jesus verður føddur og vit hitta hann millum teir skriftlærdu í templinum, frætta vit einki frá honum fyrr enn hann er staddur við Jórdanánna, har hann biður Jóhannes doyparan um at doypa seg. Ein umvendingarprofetur, sum boðar um, at Guds ríki er í nánd.

Hvat hevur fingið Jesus at fara so langan veg heimanífrá úr Nasaret til Jórdans? Helst vildi hann læra seg meira um tað Guds ríki, hann áður hevði varnast, og kanska var Jóhannes tann boðberi, ið kundi læra hann og hjálpa honum í gongd at byrja eitt nýtt lív á egnum grundarlagi, leysur av fábroytta heimalívinum í Nasaret.

Jú, Jesus gongur frá hesum degi sum undagongumaður á vígslunnar vegi og vísir øðrum leiðina til Guds, sum hevur latið himmalin upp. Lærir tey at elska og fyrigeva og ikki at døma hvønn annan.

Bara eina ferð hitta vit Jesus aftur í Nasaret. Bygdarfólkið møtir honum sum mannin í búnum aldri siga:

Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstaddum leysum.

Luk. 4,18

At hesi orðini frá vesala træsmiðinum – tí annað var hann ikki í eygum nasaretsbúgva – ikki fullu í góða jørð letur Lukas evangelistur okkum vita. Í vreiði reistist fólkið: »Hvat billar tú tær inn?« »Heldur seg vera.« »Trýrt tú kanska, at tú er prestur, skriftlærdur ella profetur?«

Jesus varð rikin út úr Nasaret og út á ytstu trom á fjallinum, bygdin var grundað, har tey óðu fólkini ætlaðu at stoyta hann oman. Men hann smeyg sær burtur millum teirra og fór sín veg, og fór ongantíð aftur til heimbygd sína.

Her er eingin vegur aftur, tí sí, alt er vorðið nýtt. Tú hevur reist teg upp úr tínum gamla beði, er vaknaður og skal vekja onnur. Jesus biður medmenniskju síni um at fyrigeva og fríkenna hvønn annan. At elska fíggindar sínar og biðja fyri teimum, sum vilja ilt og í slíkum væri elta og jagstra.

RÆTT HEVUR JÓHANNES, tá hann ikki heldur Jesus hava fyri neyðini at verða doyptur. Tí hann visti, hvør Gud var og tessvegna ikki hevði tørv á umvending.
Tó at at hann ongantíð segði seg vera Guds son, men kallaði seg sjálvan menniskjuson, sum átti ein faðir í himlinum, eins og hann heitti á okkum um at at gera tað sama, at kalla Gud faðir, so stóð hann andlit til andlits við almáttin í erva.

Hetta er beint øvugt av okkara støðu, ið eru fødd við bakinum ímóti almáttinum og loka hann úti frá at vera Harri vár og Gud. Hetta í trongdini eftir sjálvi at vera ‘gud’ í egna lívi okkara. Tað er vegna hesa sjálvvissu, at vit ikki raka málið, men altíð skjóta við síðuna av í lívi okkara. At vit gloyma Gud og taka ikki ímóti æviga kærleika hansara til okkara.

Tað ríkið, sum annars er opið, verður av sær sjálvum afturlatið, tá vit ganga fram við grindini og ikki lýða orð Harrans. Við at lata seg doypa, vísir Jesus, at hann gongur í forbøn fyri okkum. Og við dópinum knógvar hann ikki undir egnari syndabyrði, men tekur á seg syndabyrðu okkara og verður sekur til deyða í okkara stað.

Tey menniskju, Jóhannes doypti í Jórdanánni, játtaðu syndir sínar (Matt. 3,6). Vit kunnu fyrigykla okkum, hvussu gruggut vatnið í ánni hevur verið av fótum teirra mongu, sum stigu út í vatnið at játta misgerðir sínar og síðan verða doypt og reinsað.

Og so stígur Frelsarin sjálvur út í hetta sama grugguta vatnið. Hann hevur onga synd at játta, men stendur úti í ánni at taka allar aðrar misgerðir á seg og síðan bera tær á krossin og har líða revsingina.

Vatnið í sjálvum sær loysir okkum ikki frá misgerðum okkara. Hvørki skírnarvatnið í doypifuntinum ella vatnið í Jórdanánni. Men tá ið Jesus hevur borið misgerðirnar við sær á krossin og har líður deyðan fyri tær, so verða vit við dópsvatninum gróðursett í Jesusi og fáa syndanna fyrigeving.

FØSTULITURIN ER sambært gudstænastuskipan og halgisiði bláreyður, og tað er hann eisini í adventstíðini. Ein litur, sum í gudslívi okkara merkir fyrireiking, og sum eggjar okkum til at líta inn í okkum sjálvi, til tess at fáa vissu um, hvussu stóran týdning, tað hevði, at Jesus leið krossdeyðan fyri meg og misgerðir mínar og við uppreisnini rættvísgjørdi meg saman við sær.

Aftur føstuklokkan ljóðar,
ljóðar tungt við sorgarlag;
føstusorg hon okkum bjóðar
inntil langa fríggjadag.

Olivar á Ryggi

Í roynd røkkur føstan frá øskudegi, sum er mikudagurin eftir sunnudag í føstuinngangi, til páskaleygardag. Sunnudagarnir undantiknir eru hesa tíðina fjøruti dagar, sum hava røtur í ymiskum bíbilskum hendingum: Móses, sum fastaði fjøruti dagar, tá hann var staddur saman við Gudi á Sinaifjalli (2. Mós. 34,28). Elias, sum fastaði í fjøruti dagar, tá hann fór á Hórebsfjall at møta Gudi (1. Kong. 19,8). Jesus, sum beint eftir dópin fastaði í oyðimørkini, áðrenn hann møtti Djevlinumn, sum freistaði hann (Matt. 4,2).

Øskudagur hevur navn eftir teirri halgigerð, at ein prestur í føstugudstænastum í gomlum døgum stakk fingurin niður í øsku og við honum risti kross á ennið á fólki við áminninandi orðunum: »Minst til, at tú er dust.« Føstan stuðlar undir áminningina um, at deyðanum sleppa vit ikki undan.

Tá vit hava undirlutakenslu av at hava ov nógv pund á kroppi okkara at bera, leypa vit máltíðir um – kanska ein ella tveir dagar – fyri at lætna. Ístaðin fyri kjøt, epli og sós, kaffi og te við køkum afturvið fáa vit okkum eitt glas av vatni og eina gularót. Í slíkari føstu kenna vit skjótt likamliga ómegd. Og eitt aftrat: slík roynsla kann eisini geva okkum eina fatan av, hvussu tað er við andligum troti. Uttan orð Guds eri eg avmaktaður og kenni meg sum dust, og sum tann, ið deyðiligur er.

Hjá fólki, sum ikki áður hevur roynt føstudagar, men ætlar at gera tað, ræður um ikki at gera ov nógv av beinanvegin, so at likamið so líðandi kann venja seg við skerda føði.

Ein byrjan kann vera at leypa morgunmatin um mikudag í føstutíðini og ístaðin setast við gagnligum lestri. Gamalt var í Føroyum, at lestur varð lisin hvønn mikumorgun í føstuni í kirkjuni ella heima við hús, áðrenn farið varð nakrar vegir til arbeiðis annaðhvørt á sjógvi ella landi. Siðurin at lesa lestur um morgunin helt sær í summum bygdum líka fram í tjúgundu øld. Men so við og við varð hesin siður broyttur, so at lisið varð um kvøldið í staðin fyri. Og summar staðir varð føstulestur ikki lisin mikukvøld, men sunnukvøld.

Tað hevur ofta verið heldur tvørligt at fáa bøkur við føsulestrum. Hetta trot bøtti Jákup Dahl um við føstulestrasavni sínum »Krossstíggjur« í 1942. Í 1965 gav Kirkjuliga Missiónsfelagið út savnið »Getsemane« við føstulestrum eftir H. I. F. C. Matthiesen, í týðing eftir Alfred Petersen. Og í 1982 gav Varðin út »Lívsins kelduvað« við týddum føstulestrum eftir Mariu Eide Petersen.

Umframt okkara egna sjálvskoðandi mát er eisini eitt útvent mát, har vit í føstutíðini kunnu vera opin og virkin mótvegis medmenniskjum okkara. Vit kunnu veita hjálp og troyst til teirra, sum kenna deyðaangist av at sita svong, eru fátæk og sjúk. Soleiðis kann føstan gerast eitt samhaldsfesti við luttøku í neyðhjálpararbeiði og soleiðis dugna heimsins líðandi menniskjum.

Fyrsti sunnudagur í føstu (21. febr.) er sætti sunnudagur fyri páskir. Føstan verður einans slitin av Boðanardegi Mariu (21. mars) og endar við dymbuldagavikuni, sum er dagarnar frá pálmasunnudegi (28. mars) til páskaaftan (3. apríl).

HANN, SUM VIT í føstuinngangi minnast vera vígdan í Jórdan og hevur fingið eitt kallsbræv frá faðiri sínum, fer eftir hetta stillisliga burtur. Men so bregður hann sær á og sigur: »Fylg mær.« Eitt vinarligt tilboð, ikki kravboð: »Gerið sum eg!« Hetta er kjarnin í evangeliinum um Jesu dóp. Og tann hendingin endurtekur seg.

Himmalin varð latin upp. Vitnisburðurin í øllum Nýggjatestamenti er í samsvari við hesa hending, kelduvaðið, ið gevur okkum dagligt treysti og vón um, at himmalin altíð er opin. Og tað er hann tí, at Jesus vígdi seg í dópinum til deyða.

Og Guds rødd ljóðaði á vígslunnarvegnum, og andi hansara skal menna okkum til eitt kall í hansara navni at boða um trúgv, himmal og ævigt lív.

Um uppvøkstur og ungdóm Jesu vita vit einki. Faðir hansara, Jósef, var smiður, so kanska hevur hann tikið eina hond í á verkstaðnum og smíða saman við honum. Ymiskar ikki próvfastar søgur (legendur) eru um ungdómsárini, m.a. at Jesus saman við Jósefi úr Arimateu var handilsferð í Onglandi. Tað er ikki fyrr enn við dópinum í Jórdanánni, at vit reglufast kunnu fylgja lívi og virki Jesu her á fold.