Skriva út

Fundur í Rættarnevndini 28. februar 2019

28.02.2019 Tíðindi
Fundur í Rættarnevndini 28. februar 2019

Undirritaði varð innkallaður til fundar um “løgtinslóg um broyting í løgtingslóg um fólkayvirlit (Løgfrøðiligt kynsskifti)”. Talan er um løgtingsmál 9/2018.

Eitt slag av menniskjum – somu dygdir.
Á fundi í Trivnaðarnevndini tann 11. apríl 2016 vísti undirritaði á grundleggjandi menniskjanslig viðurskifti í sambandi við viðgerðina av lógini um hjúnalag, ið kom í gildi 1. juli 2017. Sagt varð:

“Í hesum viðkvæma álvarsmáli er út frá einum kristnum sjónarhorni vert at minna á, at øll menniskju hava sama virði. Vit eru skapt í Guðs mynd og elskað av honum við einum ævigum kærleika. Vit fingu Guðs einborna son, Jesus Krist, sum gávu og frelsara. Øllum menniskjum fattast Guðs dýrd og heiður, ið verður givin hinum einstaka í trúnni á Jesus sum Harra og frelsara.

Tað er einans eitt slag av menniskjum, og tað er menniskjan. Menniskjan er maður og kvinna, hinskynd og samkynd.

Øll menniskju eru meira enn sítt kyn. Bæði í eygum Guðs og í eygum manna hava vit eitt óendaligt virði, ið vit hvørki skulu prógva ella staðfesta. Vit eru øll serstøk og eiga rættin at liva og vera til bæði í tí borgarliga samfelagnum og í tí kirkjuligu skipan, ið vit kalla fólkakirkjan.

At vera samkyndur er als eingin heildarlýsing av einum menniskja. At vera hinskyndur er als eingin heildarlýsing av einum menniskja. Tað letur seg valla gera at tala um miðal dygdir, – men um tað letur seg gera, er tað biskupsins fatan, at hinskynd og samkynd hava sama miðaltal og javnviga við somu evnum, dygdum og veikleikum. Einasti munurin ímillum hinskynd og samkynd er kynsligi samleikin.”

Løgfrøðiligt kynsskifti
Útsøgnin frá 11. apríl 2016 verður i dag víðkað til at fevna “fólk, hvørs lívfrøðiliga kyn er í andsøgn við kynsliga samleika teirra.” Biskupsins fatan er, at øll menniskju eru skapað í Guðs mynd, øll menniskju uttan undantak. Henda fatan eggjar kirkjuni til hóvsemi og umhugsni.

Samfelagsliga eiga øll menniskju sjálvsagdan rætt at liva sítt lív í samljóði við ta fatan, ið er sjálvsfatan hins einstaka. Einasta avmarking er tann karmur, at okkum ikki er heimilað at gera okkum inn á eitt annað menniskja.

Biskupur metir, at fólkakirkjan eigur at síggja menniskjað aftan fyri andlitið. Eigur at síggja menniskjað í menniskjanum. Síggja tað sjónliga og virða tað, ið verður borið í tí dulda.

Yvirskipað er tað satt, at tilveran er mikið størri enn tað, ið sæst, kann vigast ella málast. Eingin orsøk er at undirmeta kenslurnar, tí tær eru eins veruligar og náttúruvísind og onnur empirisk vitan. Tess vegna eiga vit at umrøða tvørkynd við virðing og sóma og harvið lætta um gerandisdag teirra.

Óneyðugt er at nevna, at løgtingsmál nr. 9/2018 er eitt mál fyri Løgtingið. Tað er ikki eitt mál, ið kirkjuliga landslagið hevur viðgjørt ella havt til hoyringar.

Tá ið tað er sagt, ynskir biskupur, at fólkakirkjan onkursvegna kann vera øllum borgarum landsins til nyttu og hjálpar. Kirkjan eigur at hava eitt menniskjansligt andlit og endurspeglað Guðs son og menniskjað Jesus úr Nasaret.

Almennar viðmerkingar
Almennu viðmerkingarnar til lógaruppskotið hava eitt “yvirlit yvir avleiðingarnar” av uppskotinum. Ein av bólkunum verður nevndur “umsitingarligar avleiðingar.” Her eru øll tey nevndu økini svarað neiliga við einum “nei”!

Sum embætisligur myndugleiki við atliti at embætismonnum (m/k) fólkakirkjurnar spyr undirritaði Rættarnevndina og Føroya Løgting, um “nei” eisini fevnir yrkið ella kallið sum sóknarprestur.

Spurt verður: Hevur løgfrøðiligt kynsskifti ávirkan á embætið og skyldur sóknarprestanna við atliti at vígslu og hjúnalagi?

Hóast tað er Løgtingið, ið skapar teir løgfrøðiligu karmarnar í landinum, er tað umráðandi, at embætisfólk kirkjunnar – eins og øll fólk – verða hoyrd og vird fyri síni persónligu sjónarmið á etiska økinum.

Tórshavn 28. februar 2019

Jógvan Fríðriksson