Skriva út

Fundur á Teams

06.04.2020 Tíðindi
FSS - Teams fundur.png

Hóast Føroya Stiftsstjórn (FSS) skrivaði eitt nýtt kapittul i síni egnu søgu, er tað nýggja alkent og roynt av so mongum.

Fólkakirkjan er sum siðbundin kirkja valla tað økið, ið er fremst á tí tøkniliga. Vit seta eina aðru í at hittast og vera saman. Tað livandi samskiftið er okkara fremsta ynski, og tøknin er hjálparamboð.

Tó so! Tað yngra ættarliðið av prestunum er væl við á tí tøkniliga økinum.  Umsitingin er væl við og menti saman við serkønum eina nýggja heimasíðu.

Tøkniliga menningin bæði sæst og hoyrist á netinum. Møguliga er henda torføra Covid-19 tíðin spakuliga byrjanin til yvirgongdina frá eldri til nýggja siðvenju við atliti at fundarvirksemi fólkakirkjunnar.

Hóast FSS so skjótt, ið tað er ráðiligt, fer at fundast rundan um sama borð, virkaði hesin fundurin stak væl. Summi av okkum høvdu drúgvar royndir á økinum, og vit vóru nakrir, ið vóru við fyri at læra. Áhugavert at uppliva hetta nýggja stigið í virkseminum hjá FSS.

Vit vóru: Jógvan Ravnsfjall, Andrias Ziska, Durita Tausen, Dánial Christoffersen og undirritaði.

JF