Skriva út
Fuglafjørður: Sungu 42,5 sálmar út í eitt
05.09.2018 Tíðindi
SÁLMA-MARATON: Tað var ikki hissini mál sum fólk í Fuglafirði høvdu sett sær fyri hóskvøldið í farnu viku.
Kirkjuráðið hevði, í samband við árligu Mentanardagarnar í bygdini bjóðað fólki í kirkju hetta kvøldið var endamálið at syngja sálmar í hópatali – í roynd og veru 42,5 sálmar út í eitt.
Í innbjóðingini stóð, at summi seta sær fyri at renna omanfyri 42 kilometrar í maraton-renning. Men her var ætlanin at syngja eitt líka so stórt tal av sálmum úr ískoytinum til Sálmabókina, sum annars kom út í 2014.
Sagt varð eisini, at hetta var eitt gott høvi hjá fólki at læra seg nakrar av sálmunum, ið kanska sjáldan verða sungnir í kirkjunum, hóast dygdin so avgjørt er í lagi.
Eitt stórt tal av sanghugaðum fólkum úr øllum landinum høvdu leitað sær í Fuglafjarðar kirkju til hetta tiltakið. Ein teirra var Eyðgerð Abrahamsen úr Fuglafirði, og sum hetta kvøldið fór enn einaferð í lokalu kirkjuna.
- Jú, hetta var eitt frálíkt tiltak, sum var væl fyriskipað og gekk væl. Eg skilti eisini á fólki, at tey vóru sera væl nøgd við alt.
- At vit so sungu út í eitt í nærum tríggjar tímar, tað bilti einki. Eg helt faktist, at tíðin gekk ómetaliga skjótt meðan vit sungu, sigur hon við einum brosi.
KENDIR OG ÓKENDIR SÁLMAR
Nakað áðrenn klokkan 19 hetta hóskvøldið 30. august byrjaðu fyrstu sangfuglarnir at møta upp í kirkjuni. Og tá klokkan var fáar minuttir yvir 7 byrjaði sálma-maratonið við fyrsta sálminum, við at fólk sungu nummar 691 ”Tú sum gavst ljós”.
Fólk fóru á føtur og sungu standandi henda fyrsta sálmin av teimum omanfyri 42 sálmunum úr Ískoytinum, sum vóru settir á skrá hetta kvøldið. Í roynd og veru sungu tey 42 sálmar og ein hálvan aftrat: Tann seinasti sálmurin hevði seks ørindi, men tey sungu bert trý teirra – altso 42 og ein hálvan sálm!
- Her vóru fleiri sálmar, sum eg kendi. Men stuttligt var eisini at vera við til at syngja fleiri av teimum nýggjaru og ókendu. Hetta var sera gevandi og áhugavert at vera við til, greiðir Eyðgerð Abrahamsen frá.
Í Ískoytinum eru nótarnir prentaðir omanfyri sálmarnar, og tað hjálpti teimum í kirkjuni til lættari at kunna syngja við í teimum ókendu sálmunum.
- Tað vóru sjálvandi eisini sálmar ið vóru púra ókendir fyri mær, men teir høvdu tíbetur fleiri ørindi. Tí kom eg so við og við eftir lagnum, og kundi at enda syngja við av heilum huga.
AVBYGDAFÓLK OG KÓRSANGARAR
Í Fuglafirði eru tey heppin at hava gott fólk á orgulbeinkinum. Hetta kvøldið skiftust urguleikararnir Heðin Kambsdal og Leif Hansen at spæla undir sálmasangin.
Kirkjufólkið í Fuglafirði hevur gjøgnum árini lært fleiri av nýggju sálmunum í Ískoytinum.
Her hevur Heðin Kambsdal skipað so fyri, at hann hevur spælt tað nýggja lagið sum preludium, soleiðis at kirkjufólkið kundi læra seg sálmin – og síðani syngja sálmin, tá hann stóð á skrá.
Hetta kvøldið fingu tey seg kortini roynd, tí tað vóru rættiliga nógvir nýggir sálmar á skránni hesar sløku tríggjar tímarnar ið sálma-maratonið vardi.
- Úrvalið av sálmum var sera gott, og nú duga vit so munandi fleiri sálmar enn frammanundan.
- Tað gav eisini sálmasanginum eitt serligt flog, at eg millum sangararnar kendi fólk úr bæði Havn, Vágum, Kollafirði og Toftum, og sum eru von at syngja í kóri og eftir nótum. Jú, sangurin var fínur í kirkjuni, sigur Eyðgerð.
TIL SEINASTA SÁLM
Tað krevur sjálvandi sítt at fyrireika eitt slíkt megnartiltak. Og fyri Eyðgerð er eingin ivi um, at her var alt lagt væl til rættis.
Tiltakið var ein partur av Mentanardøgunum í Fuglafirði, har hópur av tiltøkum vóru á skránni. Tað hevði haraftrat lagað seg soleiðis, at tiltakið í kirkjuni var stroymað beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Undir upptøkuni kundi ein lesa nummar á sanginum og heitið á honum.
- Áðrenn vit byrjaðu var eg eitt sindur spent uppá, hvussu væl ið eg mundi fara at orka at syngja teir seinastu sálmarnar – eg meini, hetta var jú eitt sálma-maraton! Men tað vísti seg tíbetur ikki at bila.
- Hinvegin so søgdu fleiri, at hetta var nokk helst tað einasta maratonið sum tey nakrantíð komu til. Øll orka ikki at renna, men hetta kvøldið orkaðu vit øll altso at fullføra eitt annað slag av maraton – nevniliga eitt sálma-maraton, sigur ein væl nøgd Eyðgerð Abrahamsen.
Orð: Snorri Brend
Mynd: Frá stroymingini í Krinvarpinum
Onnur tíðindi