Skriva út
Fuglafjarðar kirkja
21.04.2016 Tíðindi
Fyri trimum árum síðani var Leif Martinussen , organistur og tónasmiðjur og Ole Reuss Schmidt , organistur og kórleiðari, á vitjan í Føroyum og hildu orgulkonsertir í Fuglafjarðar kirkju og Christjanskirkjuni. Hetta var í mai - ein stak sjáldsom konsert, har Svafa Thorhallsdottir, íslendsk sopran, sang t. d. nýgjørd løg á føroyskum og íslendskum, sum Leif Martinussen hevði tónsett.
Nú kemur Ole Reuss at vitja við kóri sínum , Euphonia. Hann er organistur í Korsvej kirkju, Sirgæsvej 81 í Kastrup. Kórið fer at hava konsert í Fuglafjarðar kirkju, sunnkvøldið, 24. apríl kl 19:30.
Ole Reuss fer at spæla upp á orglið: Toccata av Bach, Fuga í F-dur, BWV 540. Kórið fer at syngja verk av tí týska renæssancukomponistinum, Melchior Franck(1579-1639) og tí italienska tónaskaldinum, Palestrina(1525-1594) og sálmasang fara vit eisini at hoyra.
Í kórinum eru 13 væl skúlaðir sangarar, sum syngja sum Guðs einglar.
Orð:
Frits
Onnur tíðindi