Skriva út

Frísamkomur somu umboðan í Kristiligum Lurtara- og Hyggjarafelag sum Fólkakirkjan

09.07.2022 Tíðindi
Csm KLH. Adalfundur 2022. Nyggja Nevdin. 1 B8b115770b

Kristi Himmalferðardag var árligi aðalfundurin hjá KRISTILIGA LURTARA- OG HYGGJARAFELAG.

Fundurin byrjaði kl.15:00, har formaðurin, Rúni Johansen, hevði árligu frágreiðingina. Í frágreiðingini kom formaðurin m.a. inn á lógarbroytingar í felagnum. Eitt av uppskotunum til lógarbroyting, sum varð samtykt á aðalfundinum var, at umboðanin av frísamkomum í nevndini skal vera á jøvnum støði. Viðtøkurnar fyri felagið siga annars, at í minsta lagi 2/3 av nevndarlimunum og formaðurin skula vera innan Fólkakirkjuna. Lógarbroytingin varð endaliga samtykt á aðalfundinum, eftir at uppskotið er viðgjørt á trimum aðalfundum. Nevndarlimir í Kristiliga Lurtara- og Hyggjarafelagnum skula taka undir við kristnu læruni og teim kristnu virðunum sambært viðtøkum felagsins.

Formaðurin, Rúni Johansen, sum hevur verið formaður felagsins seinastu trý árini, boðaði frá, at hann fyribils ikki stillar upp til formann.

Val av nevndarlimum fór fram, har tríggir nývaldir limir komu í nevndina: Sonni Jacobsen, Kristina Toftegaard Larsen og Tummas Kannuberg.

Hóskvøldið 16. juni hevði nevndin fyrsta fundin síðani aðalfundin, og hevur skipað seg við Kristinu Toftegaard Larsen sum forkvinnu, Haraldi Petersen sum næstformanni og Magnus Joensen sum kassameistara og skrivara. Í dag sita hesi í nevndini fyri Kristiliga Lurtara- og hyggjarafelagið: Kristina Toftegaard Larsen, Harald Petersen, Magnus Joensen, Sonni Jacobsen, Tummas Kannuberg, Joanna Hansen, Sólrun Poulsen og Petur Mohr.

Aðalfundurin ynskti at heiðra Símun Jóannesarson Hansen úr Runavíkini fyri dygdargóðar kristiligar tónleikasendingar í KRINGVARPINUM, sum hann hevur skipað fyri í mong ár. Formaðurin handaði honum, vegna Kristiliga Lurtara- og Hyggjarafelag, eina blomsturkurv við eini tøkk fyri hansara trúfasta freelance-arbeiði í Kringvarpinum. Símun takkaði fyri eitt kærkomið herðaklapp.

Á aðalfundinum í fjør var tað Útvarpsmaðurin Tórur Mikkelsen, sum fekk heiðursgávu frá felagnum. Felagið ynskir at sýna teimum heiður, sum eru við til at varðveita almenna miðilin sum ein positivan og uppbyggiligan stovn.

KRISTILIGA LURTARA- OG HYGGJARAFELAG varð stovnað í 1959, og hevur so statt 63 ár á baki. Umleið 1200 limir eru í felagnum.

Kelda: vp.fo