Skriva út
Friðaðar kirkjur / Bergen
20.08.2015 Tíðindi
Fólkakirkjan hevur 61 kirkjur, sum í mangar mátar eru staðbundin eyðkenni, ið mynda og skapa samleika fólksins. Harafturat koma bønhúsini og skúlar, har gudstænasta verður hildin av og á ella regluliga sunnu- og halgidagar.
Verður hugsað um kirkjurnar, so er kirkjan ein halgidómur. Fólkið kemur saman um Guðs orð, sakramentini og sálmasangin, ið eru tann andaliga barlastin og kjølfesti trúarinnar.
Teir kirkjuligu myndugleikarnir á staðnum ynskja eyðvitað, at kirkjan skal hava tað gott og hava góðar karmar. Halgidómurin skal vera virðiligur og bjóða fólkinum eina vælveru, har tey kenna seg væl og kenna kirkjuna sum sítt andaliga heim. Kirkjuráðini gera eitt gott arbeiði, og mong eru ynskini um batar og framtøk. Tað mesta er gott, men dømi eru um, at kirkjuráðini kenna seg sett r undir umsiting av einum lógarverki, ið til tíðir tykist stirvið.
Tær friðaðu kirkjurnar og kirkjurnar yvir 100 ár eru ein avbjóðing fyri tað kirkjuliga landslagið í síni breidd og vavi. Bæði kirkjuráðini, Próstadømisráðið, Føroya Stiftsstjórn, Søvn Landsins og Mentamálaráðið hava eina áskoðan um tær eldru kirkjurnar við atliti at varðveiting/byggilist og bygningur til kirkjuliga nýtslu í 2015.
Ikki altíð tosa vit sama mál. Onkuntíð fer tíðin frá okkum uttan at nakað munagott hendir. At so er stimbrar ikki áhugan hjá kirkjuráðunum, ið gera eitt sjálvboðið arbeiði í samvinnu við kirkjutænararnar.
Hetta evnið hevur mangan verið umrøtt tey seinastu árini t.d. á fundum, ið Felagið fyri Kirkjuráðslimir skipaði fyri. Eisini í blaðnum Kirkjutíðindi er evnið umrøtt. Spurt varð, ella tónalagið spurdi, um kirkjan fremst av øllum var eitt fornminni. Um atlitini at fornminnum vinnur á kirkjuni sum halgidómur í nýtslu.
Í dag ynskja limir fólkakirkjunnar, at kirkjan hevur møguleikan til sosiala samveru og átøk, ið seta onnur krøv til bygningin enn áður. Nútíðin krevur, at tey saniteru viðurskiftini eru í lagi. Vit eru í 2015 og ikki í 18. ella 19. øld eftir Kristi føðing.
Til tess at fáa innlit í hesi viðurskifti uttanífrá, so vit finna eina skilagóða og liðiliga loysn í tí heimliga, fer Føroya Stiftsstjórn á vitjan í Noreg eitt langt vikuskifti í døgunum 20. – 24. august í ár. Í Noregi eru nógvar trækirkjur og eldri bygningar við áhugaverdari søgu og byggilist. Í prosentum eru væl færri kirkjur (bygningar) friðaðar í Noregi enn í Føroyum. Hví tað, og hvat kunnu vit læra av tí? Er tað neyðugt at friða allar kirkjur, ið eru 100 ár og eldri, tá ið fleiri teirra eru at kalla eins, hóast áhugaverd frábrigdi?
Tað finst einki einfalt svar, annars høvdu vit og tey, ið gingu undan okkum, langt síðani verið komin á mál og funnið svarið og loysnina: Byggilist, handverk, søga og mentan – kirkjan sum bygningur til nýtslu í 2015.
Á ferðini vitja vit Halvor Nordhaug, biskupí Bergen, sum saman við serkønum fólki greiðir frá, hvussu norðmenn hava handfari omanfyri nevndu spenningar ella áhugamál.
Eingin verður vísmaður yvir eitt vikuskifti. Men heimligur kunnleiki og vitan uttanífrá kunnu renna saman og kveikja hugin svá, at nakað gagnligt spyrst burturúr. T.d. metir undirritaði, at hugsanin um kirkjuhús í Føroyum varð stimbrað í íslendskum jørðildi, tá ið Føroya Stiftsstjórn og onnur vitjaðu Ísland fyri nøkrum árum síðani.
Vit mega vera hóvlig og taka neyðug atlit t.d.
• arkitektur, byggilist og handverk
• søga og fornminni
• kirkjan savnaður fólksins
• kirkjan og tignin
• kirkjan sum halgidómur
• kirkjan og samtíðin / krøv, ið samtíðin setir.
Kirkjan er felags og ogn fólksins. Tess vegna er tað umráðandi, at øll avvarðandi verða hoyrd, bæði ráð, nevndir og áhugabólkar.
Hvør loysn er burðardygg? Er loysnin eitt nýtt lógarverk ella ábøtur á verandi skipan?
Vónandi finnur føroyska kirkjan svarið! Føroya Stiftsstjórn fer at taka neyðug stig, so omanfyri umrøddu mál verða tikin uppaftur a tí kirkjuliga og kirkjupolitiska pallinum. Vónandi blíðkar fyri hugaðum monnum (m/k).
JF
Onnur tíðindi