Skriva út

Framtíðin eftir hundrað ár

02.12.2015 Tíðindi
Framtíðin eftir hundrað ár

Nú føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn, Sankta Ólavs Kirkjulið, rundar øldina, bera vit kirkjuliðinum og landsmonnum okkara eina hjartaliga kvøðu. Við tøkk fyri tíðina, ið farin er, hyggja vit frameftir við ynski um gott samstarv føroyingum í útisetu, vitjandi og fólkinum til frama.

Henda heilsanin hyggur einans frameftir. Tó, eingin framtíð uttan søguligt baksýni. Sankta Ólavs Kirkjulið hevur havt og hevur stóran týdning fyri føroyingar í høvuðsstaði dana. Gleðiligt er tað, at kirkjuliðið hevur føroyskan sóknarprest, ið er prestur hjá føroyingum og vitjandi, sum støðast í Keypmannahavn og har umvegir.

Á ólavsøku 2007 varð Føroyska Fólkakirkjan við atliti at stjórn og umsiting føroyskt málsøki. Vit fegnast um samskiftið við landsmenn okkara í útisetu og fastbúgvandi føroyingar í Danmark. Vit vóna, at samskiftið kann mennast til virkið samstarv millum Føroysku Fólkakirkjuna og landsmenn okkara í Keypmannahavn og aðrastaðni í Norðurlondum.

Sankta Ólavs Kirkjulið virkar á danskari jørð, og sóknarpresturin er undir umsjón hjá biskupinum í Keypmannahavn. Tað tykist okkum at vera ein góð skipan, ið er í tráð við tann góða andan og hugburðin, ið eyðkennir samstarvið millum fólkakirkjuna í Føroyum og fólkakirkjuna í Danmark.

Føroyskir útisetar og fastbúgvandi føroyingar í og rundan um Keypmannahavn eru kjarnin í virkseminum hjá Sankta Ólavs Kirkjuliði. Málsøkið nemur eisini tey, ið søkja sær heilsubót t.d. á Ríkissjúkrahúsinum. Tað er ein stór uppgáva og ein týðandi avbjóðing at vera kirkja og kirkjulið í lívsins skiftandi meldri. At vera kirkja og medmenniskja í Kristi rúm og stað.

Nú Sankta Ólavs Kirkjulið rundar øldina bera vit kirkjuliðnum eina kvøðu við tøkk. Vit takka fyri góðan gerning í hundrað ár landsmonnum okkara til gagns, gleði og frægdar.

Føroya Stiftsstjórn er sinnað í samvinnu við Sankta Ólavs Kirkjulið og sóknarprestin at skipa eina loftbrúgv, so sóknarprestar í Føroyum hálvárliga kunnu vitja Keypmannahavn í styttri tíðarskeið og gera tænastu í neyvum samstarvi við føroyska sóknarprestin í Keypmannahavn. So knýtast bond millum føroyingar heima, í útisetu og útlegd.

Hjartaliga tillukku við fyrstu øldini og Harrans signing í komandi døgum.

Vegna Føroya Stiftsstjórn

Jógvan Fríðriksson, formaður / biskupur.

= = =

Henda stutta heilsanin stendur í bókini “Sankta Ólavs kirkjulið 100 ár”, ið er skrivað sum 100 ára minnisrit, Kbh. 2015.