Skriva út

Framsýning í Glyvra kirkju

24.02.2020 Tíðindi
Olivur við Neyst.jpg

Mikudagin 26. februar, kl. 20.00, verður fernisering av listaverkum eftir Olivur við Neyst (f. 1953) í Glyvra kirkju. Talan verður um eina framsýning við málningum, vatnlitsmyndum og steinprentum hansara.

Olivur tók sína listarligu útbúgving á Kongaliga listaháskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevur verið virkin til fyri nøkrum fáum árum síðani.

Myndevni hansara eru mangan bygda- og býarlandsløg, náttúrumyndir og myndevni av gomlu sluppini Esther úr Klaksvík. Hann málar eisini myndir frá havnaløgum og arbeiðandi fólki. Mong av hesum myndevnum eru umboðað á framsýningini.

Olivur við Neyst verður roknaður sum eitt av fremstu føroysku listarfólkunum.

Ferniseringin verður liður í føstugudstænastu við Meinhardi Bjartalíð. Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu, kemur at hugleiða um listamannin og Kór Glyvra kirkju setir dám á løtuna.

15 listaverk eru við á framsýningini. Framsýningin kemur at hanga uppi í uml. 2 mánaðir.

Orð: MB