Skriva út

Frælsið í morgin styrkir til trongdina í dag

17.03.2020 Tíðindi
derhard-2019.jpg

Nakað síðani komu vit familjan heim aftur til Føroya eftir at hava verið í Gran Canaria í tvær vikur. Tað var ein deiligur túrur. Sól hvønn dag, einki regn, eingin vindur og hvør máltíð etin úti. Sera gott fyri sál og sinni, meðan veturin í Føroyum annars leikaði í við myrkri, regni og vindi. Tá ið vit lendu aftur á Vága floghavn, møttu vit køldu luftini, eftir at hava nýtt 26 hitastig fimm tímar frammanundan.

Eg gleddi meg at koma inn í bilin, so eg kundi tendra fyri hitanum, nú tað ikki var meira enn 6 stig úti. Men blásarin í bilinum virkaði ikki og máttu vit tí koyra allan vegin heim í einum ísakøldum bili. Nú gleddi eg meg bara at koma heim til okkara, so eg kundi orna aftur. Vit parkeraðu bilin, tóku viðføri, opnaðu úthúrðina, men inni í húsunum var eisini ísakalt. Oljufýringin hevði verið sløkt í fleiri dagar. Frá 26 stigum til 6 stig. Frá T-shirt til kavadrakt. Tað var nú veruleikin.

Tað vísir seg, at tá vit eru í nøkrum keðiligum, hava vit eginleikan at glaða okkum um nakað, sum er fyri framman. At henda gleðin um nakað, sum fer at koma, styrkir okkum í keðiligu støðuni, vit eru í. Men at síggja eina jaliga framtíð kann gerast torført, um núverandi støðan gerst ov tung. Sálomon kongur segði: “Við ongum hugsjónum villist fólkið.” Tá ið stríðið her gerst harðari enn eitt vist, kann tað verða orsøk til, at tú ikki megnar at síggja nakra bjarta framtíð. Tá villist tú og veitst ikki, hvørja leið tú skalt ganga í lívinum. Stríðið, tú í dag upplivir, kann vera sjúka, lán, klandur, sorg ella okkurt annað. Er tað torført at síggja nakran glotta handan stríðið, tú ert í? Tað er júst glottan handan myrkrið, Gud so fegin vil vísa tær! At vera frísk/ur, skuldarleys/ur í gleði og friði!


Gud vil hava teg at síggja glottan handan títt myrkur

Einaferð sat ein blindur maður við ein veg í Jeriko. Brádliga hoyrdi hann fólkini umkring gerast órólig og spurdi, hvat ið var á vási. Jú, Jesus úr Nasaret skuldi koma framvið. Blindi maðurin fór at rópa eftir Jesusi. Hann rópti, tí hóast hann var í myrkri, sá hann so at siga ein glotta handan myrkrið: “Kanska kann Jesus geva mær sjónina aftur.” Hóast menniskjuni umkring bóðu hann tiga, helt hann fram við at rópa. Og Jesus hoyrdi hann og spurdi: “Hvat vilt tú, at eg skal gera fyri teg?” Hann svaraði: “Harri, tað, at eg má fáa sjón mína aftur!” Jesus lekti mannin og hansara myrkur varð vent til ljós. Í myrkrinum fekk blindi maðurin styrki, tí hann sá ein glotta handan myrkrið. Hann tók møguligu betru framtíðina inn í nútíðina og bað um hjálp, meðan hann enn var í myrkrinum.


Í myrkrinum “sá” blindi maðurin ein glotta

Frælsið í morgin styrkir til stríðið í dag! Hvat ímyndar tú tær í morgin? At vera uttan skuld? At vera frísk/ur? At liva í friði við einum, tú so leingi hevur verið í stríð við? Hvussu styrkir henda hugsjónin teg í dag? Eigur tú nú at gjalda niður skuld! At liva sunnari! At finna loysnir!


Frælsið í morgin styrkir til stríðið í dag!

Í tínum myrkri kann tað vera torført at síggja nakran glotta. Men eitt ljós hevur tú, um tú enn ikki sært tað: Jesus er ljósið handan mjørkan! Hann vann tær ein himmal, har einki myrkur er.

Orð: Derhard Jógvansson, sóknarprestur