Frá Háskúlanum í Nesvík
Nýggi Háskúlin í Nesvík hevur sett Tummas Kannuberg í starv sum háskúlaleiðara. Tummas, ið er kandidatur í gudfrøði, fer í tøttum samstarvi við skúlastýrið at menna háskúlatilboðið í Nesvík. Háskúlin í Nesvík bjóðar teimum fyrstu næmingunum vælkomnum eftir summarferiuna frá august til desember 2022.
Tummas Kannuberg er 29 ára gamal og er ættaður og búsitandi í Leirvík. Hann er útbúgvin gudfrøðingur og hevur prógv sum kandidatur frá Teologiska Fakultetinum á Keypmannahavnar Universiteti, haðani hann eisini hevur tikið pastoralsemineriið.
Síðani loknan lestur hevur Tummas starvast sum námslektari á Fróðskaparsetur Føroya, har hann hevur undirvíst á Námsvísindadeildini í kristnikunnleika og átrúnaði. Tummas hevur frá ungum árum verið virkin í ungdómsarbeiðinum í Leirvíkar Missiónshúsi, har hann eisini er stýrislimur.
Háskúlin í Nesvík bjóðar Tummasi vælkomnum og blíðan byr.
Áhugað kunnu venda sær til info@hin.fo at fáa meira at vita um komandi háskúlaskeið. Meira fæst eisini at vita á heimasíðu skúlans www.hin.fo, sum er í umbúna.
Stýrið fyri Háskúlan í Nesvík