Skriva út
Frá Christianskirkjuni:
01.11.2012 Tíðindi
Fyrilestur um Skapanina – í mynd Michelangelos og framsýning av umvælingararbeiðinum við altartalvuni.
Komandi leygardag, 3. november, kl. 15, heldur Nils Orth, savnsleiðari, fyrilestur um Skapanina hjá Michelangelo, prýðingina, sum Michelangelo (1475-1564) gjørdi undir loftinum í Sixtinska Kapellinum í Vatikaninum 1508-12.
Aftaná fer Tom Egelund, konservator, at greiða frá umvælingararbeiðinum við altartalvuni í Christianskirkjuni, Stóra kvøldmáltíðin eftir Joakim Skovgaard, og fólk fáa høvi at hyggja at altartalvuni uppi á loftinum, har hon verður umvæld.
Skovgaard var eisini ávirkaður av málarum frá endurreisnartíðini, men meira av málarum áðrenn Michelangelo, har vit serliga kunnu nevna italiumannin Benozzo Gozzoli (1420-1497).
Allir hesir tríggir hava sett síni spor í kirkjuligari list, hvør í síni tíð, og hvør á sín hátt.
Á allan hátt list á hægsta støði og ein fagnaður av menniskjanum, skapað í Guds mynd.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Kirkjuráðið í Christianakirkjuni
Sí myndir
Onnur tíðindi