Skriva út

Føroya Stiftsstjórn

09.02.2022 Tíðindi
Bispag..jpg

Fólkakirkjan er fólkaræðisliga skipað. Kirkjuráðsval var í november 2021, har limir fólkakirkjunar valdu eitt kirkjuráð at stjórna staðbundnu kirkjuni. Nú er so aftur val á skránni.

Kirkjuráðslimirnir velja á kirkjuráðsfundi í tíðarskeiðinum 2. – 23. mars 2022 eina landsfevnandi stjórn, ið yvirskipað tekur sær av fíggjarviðurskiftunum hjá fólkakirkjuni. Atkvøðuseðlarnir skulu vera valstýrinum í hendi í seinasta lagi 23. mars 2022 kl. 19.00.

Stutt lýsing av Stiftsstjórnini

Meðan biskupur er evsti myndugleiki, tá ið talan er um læru, innihald og kirkjuskipan, so er Føroya Stiftsstjórn (FSS) evsti myndugleiki í fólkakirkjunnar innanhýsis stjórn og virki. Orðingin sipar til tann veruleika, at landsstýrismaðurin (m/k) er fólkakirkjunnar evsta politiska fyrisiting.

FSS er tilmælandi myndugleiki og hoyringarpartur í málum, sum landsstýrismaðurin skal taka støðu til. FSS setir í starv og loysir úr starvi starvsfólk hjá fólkakirkjuni eftir innstilling frá biskupi.

Virkisøkið hjá FSS fevnir um fíggjar- og búskaparmál hjá fólkakirkjuni sum heild, og um fyrisitingarliga virksemið hjá kirkjuráðunum og PR. Landsstýrismaðurin setur prestarnar í starv, men FSS hevur bæði fyrisitingarliga og fíggjarliga ábyrgd av prestaembætinum. FSS stjórnar Kirkjugrunninum, ið er fólkakirkjunnar pengakassi fevnandi um landið alt. Fólkakirkjan hevur harafturat ein Tiltaksgrunn, ið FSS eisini umsitur.

Stiftsstjórnin hevur ábyrgd av tænastubústøðum prestanna.

FSS er myndugleikin, tá ið talan er um kirkjur (bygningin), – eyðvitað altíð í samstarvi við aðrar myndugleikar og ásetingar.

FSS hevur tríggjar limir. Biskupur er føddur limur. UMMR tilnevnir ein lim. Hin triði limurin verður valdur fólkaræðisliga, og tað eru kirkjuráðslimirnir, ið hava atkvøðurætt og velja. Valbær eru øll, ið kunnu verða vald inn í eitt kirkjuráð.

JF