Skriva út
Forkunnug vitjan í Kunoyar kirkju
08.06.2015 Tíðindi
Kirkjuklokkurnar kallaðu kirkjufólkið saman í Kunoy í dag, 1. sunnudag eftir tríeindardag. Forkunnug vitjan var komin av Skálafjørðinum at vera við til gudstænastuna. Tá ið klokkurnar tagnaðu, tóku mansrøddir yvir og fylti kirkjurúmið við vøkrum sangi.Teir vóru 20 mans, ið mannaðu kórið henda dagin, vælklæddir, í svørtum skjúrtum. Teir sungu kendar andligar sangir, ið flest øll kenna. Skálafjarðar Sløkkilið er sett á stovn í 1974. Tað vóru tær fýra kommununurnar : Sjóvar, Skála, Runavíkar og Nes kommuna, ið fóru inn í eitt samstarv um eitt felags sløkkilið. Fyri 3 árum síðani, til ein rundan føðingardag, sungu teir á fyrsta sinni alment og hava síðani tá sungið til mangar hátiðarligar løtur, eins og møtir og gudstænastur. Við sínum sangi ríkaðu teir løtuna. Eftir gudstænastuna, var døgurði til teirra uppi í skúlanum. Seinnapartin vitjaðu teir heimið Við Vánna, har teir sungu fyri teimum, ið har búleikast, áðrenn teir løgdu leiðina aftur út á Skálafjørðin.
Onnur tíðindi