Skriva út
Forkunnug bók til Argja kirkju
20.10.2015 Tíðindi
Skrivað: Bergur D. Joensen
Undir gudstænastuni í Argja kirkju seinasta sunnudag, fekk kirkjan handað Bíbliuna eftir fyrsta niðursetumannin á Argjum, Andrass Mortansson.
Fremst í Bíbliuni stendur skrivað við hond:
Fra Bibelselskabet i Kjøbenhavn (til)
Nordstrømøe Præstegjæld
(Færøe) Amtscontoier den 17de Juni 1823.
Løbner
P. Hentze
Andreas Mortensen
Emilius Løbner, hevði verið settur amtmaður í Føroyum síðan 1816. Hann verður seinni útnevndur sum okkara fyrsti veruligi amtmaður, og oyggjarnar fingu støðu sum Amt í Danska Ríkinum. P. Hentze, er Peter Hentze, sum var próstur á Sandoynni.
Áhugavert, at Bíblian hjá Andrassi er dagfest sama ár - 1823, sum týðingin av Matteusar-Evangeliinum komu út á føroyskum í tveimum bindum eftir sóknarprestin í Leirum í Hvalba, J.H. Schrøter, sum Danska Bíbliufelagið gevur út.
Andrass Mortansson, sum var føddur í 1794 á Hólalagnum í Hvalba, keypir Argir 9. mai í 1828. Hetta hendi á uppboðsølu í Saksun.
Kona Andrassar var Elspa Dánjalsdóttir av Kjalnesi í Kollafirði. Søgan sigur, at Andrass, fyltur av útilongsuli fær sær hýru umborð á einum handilsskipi (einum “spekulanti”), og at teir í ørindum norðanfjørðs rena á land á Kjalnesi. Tað er har á uppisitaragarðinum á Kjalnesi, at Andrass hittir Elspu. Tey giftast, og Andrass gerst uppisitari á garðinum, til hann fyri 1005 ríkisdálar keypir gamla spitalskhospitalið á Argjum við jørð og rættindum.
Tað er, meðan Andrass er uppisitari á Kjalnesi, at honum ognast Bíbliuna. Hví bæði Løbner og P. Hentze skriva undir keypið av hesi Bíbliu, er áhugavert at vita.
Elspa og Andrass Mortansson fingu tríggjar dreingir og tríggjar døtur. Elsta barn teirra var Mortan. Ein sonur Mortans var Jákup, Gamli Jákup kallaður. Vit vita, at sonur Jákups, Mortan Mortensen, Mortan á Skølti, arvaði Bíbliuna hjá abba sínum. Sonur henda Mortan, Hans Kristoffur Mortensen, umsat so Bíbliuna, sum sonur hansara, Sæmund Mortensen, nú hevur átt.
Hans Kristoffur bar fyri nøkrum árum síðan Bíbliuna í Andrassarstovu í Støðni á Argjum, har hon hevur ligið vard undir glasi. Prátið hevur gingið, um tað ikki var eitt hugskot at geva Bíbliuna til Argja kirkju. Sæmund Mortensen hevur nú givið Argja kirkju Bíbliuna hjá Andrassi Mortanssyni, til ognar.
Eitt sindur um bíbliutýðingar
Stutt eftir trúbótina fingu danir tvær Bíbliur á sínum máli. 1524 kom Bíblian eftir Christian kong II. Henda Bíblian fevndi bara um Nýggja Testamenti. Í 1550 kemur Bíblian eftir Christian kong III. Hetta var fyrsta Bíblian á donskum, sum fevndi um bæði Gamla- og Nýggja Testamenti. Hesar báðar Bíbliur eru týðingar eftir Martin Luthers týsku bíbliutýðing. So fáa danir sína fyrstu løggildugu, autoriseraðu týðing, í 1607, sum Hans Poulsen Resen gjørdi, og sum biskupurin, Hans Svane í 1647 endurskoðaði. Hetta var fyrstu ferð, at danir fáa eina týðing av allari Bíbliuni úr frummálunum – hebraiskum, sum Gamla Testamenti er skrivað á og grikskum, sum Nýggja Testamenti er skrivað á. Í 1819 verður Nýggja Testamenti í hesi útgávuni aftur endurskoðað. Tað hendir undir Fríðriki kongi VI.
Í Bíbliu Andrassar er tittulblaðið horvið, so tað sæst ikki, nær bókin er prentað, og kunning um Gamla Testamenti, er eingin. Men á forsíðuni til Nýggja Testamenti stendur:
Vor Herres og Frelsers Jesu Kristi Nye Testament,
Ved kong Frederik den Siettes
Christelige Omsorg
med Flid efterseet og rettet efter Grundteksten.
Danir fáa ikki eina løggilduga bíbliutýðingin av allari Bíbliuni, fyrr enn í 1992 – 385 ár eftir Hans Poulsen Resen. 1992-útgávan er ein týðing úr frummálunum.
Vit fingu Nýggja Testamenti á okkara máli í 1937 – enntá í tveimum útgávum, sum ávikavist Jákup Dahl og Victor Danielsen høvdu lagt úr hondum. Í 1949 hevur Victor týtt alt Gamla Testamenti, og í 1961 er Kristian Osvald Viderø liðugur við sína týðing av Gamla Testamenti. Í 1961 fáa føroyingar sína fyrstu løggildugu bíbliutýðing.
Mynd: Bjartur Dalsgarð, kirkjuráðsformaður á Argjum, við Bíbliuni hjá Andrassi Mortanssyni í hondini eftir at Sverri Mortensen, eitt av mongu oldurabbabørnum Andrassar hevur handað Argja kirkju Bíbliuna.
Onnur tíðindi