“Fólkini í Skriftini” Ádam og Eva
“Bara at vera til er signing, bara at liva er heilagt”
Sigur tú Eva, so mást tú siga Ádam. Hetta aldargamla parið, sum vit øll halda, vit kenna. Vit hava hoyrt um tey í søgum, sæð tey í myndlist og í skaldskapi. Teirra søga dagar upp her og har í ymsum samanhangum, hesar aldargomlu søgur eru onkursvegna ódeyðiligar, tí søgurnar hava spurningar og tvístøður í sær, sum menniskjan til alla tíð spyr, aldantíð tað er eitt menniskja.
“Og Guð segði: ”Verið ljós!” Og tað varð ljós.”
1. Mósebók 1:4
Vit byrja við at hoyra, hvussu Guð skapar við sínum orði. Tað, hann sigur, tað verður so ! Og alt, sum hann skapar, sigur hann vera gott. Ljós og himmal, hav og vøtn, djór og menniskju. Vit lesa um urtagarðin Eden, har áirnar Eufrat, Pishon, Gihon og Tigris renna. Eufrat og Tigris eru staðsettar í sunnara Irak.
Navnið Eden kemur úr hebraiska gan’Eden og gan merkir urtagarður og Eden sipar til nakað, sum gevur gleði. Eden er eisini eitt sumeriskt orð, sum merkir oyðimørk, so Eden er urtagarðurin í miðjari oyðimørk.
Orðið paradís stavar upprunaliga frá persiskum og merkir nakað, sum er girt inni. Í Gamla Testamenti lesa vit orðið “pardes” sum urtagarð, tá tað snýr seg um Eden.
“tá myndaði Harrin Guð mannin av mold jarðar og blásti lívsanda í nasar hans, og soleiðis varð maður til livandi skepnu”.
1. Mósebók 2:7
Síðani fer Guð undir at skapa eitt menniskja, sum skal búgva millum allan vøksturin og øll djórini, flogfenaðin, tey sum eru á jørðini og havsins fiskar.
Navnið Ádam merkir bæði menniskja/maður og leirur og sipar til reyðu moldina, sum er har um vegir. Og úr moldini, stendur skrivað, dánar Guð mannin, og tá hann er komin at enda við listarverkinum, so blæsir hann lívsanda í mannin. Lívsandi er hebraiska orðið næfes, so sagt verður, at tá menniskjan fekk Guðs lívsanda í seg, so vaknaði “religiøsa instiktið”, sum býr í okkum.
Tað, at vit hava fingið Guðs lívsanda í okkum, ger, at vit hava fingið hugmyndina um tað góða, tað besta, tað mest rættvísa. Vit seta okkum mál, og tá vit koma á mál, so samsvarar tað ikki við tað, sum vit hugmyndaði okkum, og tí seta vit okkum aftur nýggj mál.
Havandi Ádam og hansara byrjan úr moldum og alla søguna í huganum, so geva orðini á gravarbakkanum meining at “av moldum ert tú komin og til mold skalt tú aftur verða og úr moldum skalt tú aftur rísa upp.” Alt er skapað og alt livandi er givið víðari og onki skal eyðrænast, men menniskjað skal fara væl um.
“tá læt Harrin Guð fastan svøvn koma á Ádam; og tá ið hann var sovnaður, tók hann eitt av rivjabeinum hans og fylti aftur í aftur við holdi. Og Harrin Guð myndaði konu av rivinum, sum hann hevði tikið av Ádami og leiddi hana til Ádams”.
1.Mósebók 2:21
Men Guð heldur, at Ádam skal hava eina medhjálp, so hann letur tungan svøvn koma á Ádam og úr hansara rivjabeini dánar hann kvinnuna Evu. Navnið Eva “havva” merkir “móðir at øllum livandi”. Og maðurin eitur á hebraiskum issj og kvinna issja. Ádam kann ikki vera til uttan Evu og Eva kann ikki vera til uttan Ádam.
Í Talmud stendur, at tey hebraisku orðini fyri mann og kvinnu “issj” og issja” hava tveir felags bókstavir, sum geva okkum hebraiska orðið fyri eld. Eisini hava teir tveir aðrar bókstavir til felags, sum geva okkum navnið Guð. Til hetta sigur Talmud, at tá sambandið millum mann og kvinnu er lýtaleyst, so er Guð hjá teimum og signar tey, men gongst ikki hjá teimum, ja so er eldur í, negativt skilt.
Í øðrum jødiskum skriftum verður sagt, at Eva var síðsti liður í skapanargongdini, tí kann hon geva lív.
Jødiskt orðatak sigur, at :
“Kvinnan varð skapað av einum rivi hjá Ádami
ikki skapað av høvdinum av ráða yvir honum
heldur ikki av fótunum at vera traðkað á
men undan síðuni av vera maki hansara
og næst hjartanum at verða elskað.”
“Men Harrin Guð beyð Ádami og segði : Av øllum trøum er tær loyvt at eta eftir vild; men av træi kunnleikans um gott og ilt skalt tú ikki eta; tí so skjótt sum tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja”
1. Mósebók 2:16
Sodan, so eru tey klár til eina paradisiska tilveru, har alt er gott. Men í miðjum Edens urtagarði standa tvey trø, annað er lívsins træ og hitt kunnskaparins træ. Fruktirnar, sum hanga á lívsins træi, kunnu tey eta, sum teimum lystir, men kunnskaparins træ mugu tey ikki nerta. Ótu tey av tess fruktum, so fóru tey at doyggja ein dag.
Slangan, sum er ímyndin av tí ónda, spyr Evu, um hon ikki hevur hug at smakka forbodnu fruktina, tí tey fara als ikki at doyggja, men fara at duga at skyna millum ilt og gott, júst sum Guð kann. Og hon bítur av fruktini og gevur Ádami at eta, og hann etur og tey varnast, at tey eru nakin og blúgvast og fjala seg, tá Guð fer gjøgnum urtagarðin.
Og nú er alt broytt. Nú skal tann sterki ráða yvir tí veika, úlvur og lamb skulu ikki liva í friði og náðum.
Deyðin var nú teirra endi, sum hann varð og er hjá øllum Evubørnum. Paradís var mist og annar veruleiki bíðaði, har tað sorgleysa var horvið, og maður skuldi nú “vinna breyðið í andlit sveitta síns” og “kvinnan føða síni børn í pínu”.
Síðani fáa tey klæði, sum Guð evnar úr skinni, og so fara tey bæði avstað úr Eden og kerúbar standa vakt við dyrnar til urtagarðin.
Ongin vegur er aftur og við Evu byrjar okkara søga og fríi viljin, at vit altíð hava eitt val og við valinum fylgja avleiðingar, sum menniskjan má taka á seg. Fríi viljin ger, at menniskjan ikki bert er ein dansandi marionetdukka, sum ein despotiskur gud flytir higar og hagar, men ein livandi vera sum kann taka ymsar avgerðir og sum eisini kann finnast at og suffa um korini, sum t.d. Job gjørdi.
Menniskjan valdi at liva burtur frá Guði, men hóast tað, so er Guð nær menniskjanum. Vit eru skapaði í Guðs mynd, og tí líkjast vit honum, tað er so altíð nakað !
Vit føðast og liva, og uppalingin og siðvenjan, sum var har rótin rann, ger av, hvussu vit taka ábyrgd, sýna ella ikki sýna miskunn, altso hvussu vit eru sum menniskju einsæris ella saman við teimum, okkum eru givið at ferðast við gjøgnum lívið. Við tí forbodnu fruktini kom deyðin til menniskjuna, men samstundis so byrjaði søgan hjá menniskjubørnunum. Tann ódeyðiliga Guð varð seinni til tann deyðiliga Jesus og langa frelsutilgongdin byrjaði.
Orð: Armgarð Arge