Skriva út

Fólkakirkjan – tilmælið 9. januar 2021

09.01.2021 Tíðindi
Logo kirkjan.fo.jpg

Føroya Landsstýrið boðar tann 7. januar 2021 frá, at tilmælini við atliti at Covid-19 verða herd og skerpað.

Nýggja tilmælið frá myndugleikunum nemur virksemið hjá fólkakirkjuni á tveimum økjum:

  1. Hámarkið – fólkatalið – er absolutt uttan mun til støddina á kirkjuni. Hámarkið er í mesta lagi 100 fólk undir sama taki ella til eitt uttandura átak.
  2. Frástøðan millum fólk ella húski skal vera tveir metrar.

Í samráð við læknafrøðiligan myndugleika verður mett ráðiligt, at

  • fólkatalið í teimum stóru kirkjunum til gudstænastu, brúðarvígslu og jarðarferð í mesta lagi er 100.
  • fólkatalið í teimum miðalstóru kirkjunum til gudstænastu, brúðarvígslu og jarðarferð í mesta lagi er 60.
  • At fólkatalið í teimum smærri kirkjunum til gudstænastu, brúðarvígslu og jarðarferð í mesta lagi er 30.

Burtursæð frá frá fólkatalinum í kirkjuni og kravinum um tveir metra frástøðu verða viðurskiftini í fólkakirkjuni skipað sambært tilmælinum frá leiðsluni dagfest 21. oktober 2020.

Við tøkk fyri gott samstarv ynskja vit hvør øðrum gott nýggjar og Harrans signing.

Tórshavn 9. januar 2021.

Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur