Skriva út
Fólkakirkjan svarskriv:
20.01.2017 Tíðindi
“Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning. (Avtøka av lógaregluni um at signa borgarliga íkomið hjúnalag kirkjuliga).”
Felagssvar
Vísandi til hjálagt skriv frá Føroya Stiftsstjórn, Felagnum fyri kirkjuráðslimir og Prestafelagi Føroya, dagfest tann 15. januar 2016, vilja vit enn einaferð vísa á, at vit meta tað vera prinsipielt skeivt at lóggeva um kirkjulig viðurskifti, uttan at fólkakirkjan hevur tikið lut í lógarsmíðinum.
Borgarliga gift (kona og maður, har annað ella bæði eru limir í fólkakirkjuni) hava sambært § 14, stk. 2 lógartryggjað krav upp á kirkjuliga signing. Hetta skal vera óbroytt.
Vit vilja verja lógartryggjað rættindi hjá limum fólkakirkjunnar, og vit vænta, at politiski myndugleikin vil virða sameinda vilja okkara.
Tórshavn, tann 18. januar 2017
Føroya Stiftsstjórn
Felagið fyri kirkjuráðslimir
Prestafelag Føroya
Onnur tíðindi