Skriva út

Fólkakirkjan og løgtingsvalið

28.08.2015 Tíðindi
Fólkakirkjan og løgtingsvalið

Á sosialu miðlunum og netmiðlunum verður Fólkakirkjan sett í samband við komandi løgtingsval. Serliga eru tað tey etisku málini, ið fólk eru upptikin av. Talufrælsi hins einstaka eigur at vera hildið hátt í hevd, og hóvsemi og virðilig atferð er vegurin frameftir.

Staðfest verður, at leiðslan í fólkakirkjuni ikki er partur av valstríðnum. Leiðslan hevur virðing fyri øllum teimum politisku flokkunum, ið stilla upp til løgtingsvalið. Samstarvið við Løgtingið og Landsstýrið hevur verið gott og gevandi tey knapt 8 árini, ið undirritaði hevur sitið við leiðslunnar ábyrgd.

Sæð verður fram til gott og mennandi samstarv við tey fólkavaldu, ið manna Løgtingið og Landsstýrið eftir 1. september 2015.
Fólkaræðið gevur politiskt frælsi og andsfrælsi. Hesi bæði frælsini skulu gagna øllum borgarum landsins uttan mun til førleika, sannføring og samleika.

Jógvan Fríðriksson, biskupur
Tórshavn 28. august 2015