Fólkakirkjan og framtíðin
Seinastu árini hevur fólkakirkjan verið í eini sera jaligari tilgongd. Kirkjan hevur sett á skrá strategisk mál fram til 2030. Strategisku málini skulu tryggja, at fólkakirkjan flytur seg við tíðini og er í javnvág við samtíðina.
Eitt nú er ætlanin at fáa fleiri prestar út í samfelagið millum borgarar landsins.
Eitt strategisk mál er at seta ein studentaprest at virka á miðnámsskúlum kring landið. Eitt annað er diakonprestur, ið kemur at virka úti á gøtuni millum teirra, sum hava sosialar avbjóðingar. Arbeiðið er væl áleiðis og størvini verða væntandi lýst leys í summar.
Fólkakirkjan hevur havt sjúkrahús- og fongsulsprest í nógv ár. Tey seinastu 3 árini hevur ein integratiónsprestur verið í tíðaravmarkaðum starvi, sum hevur havt týdningarmiklar uppgávur millum tilflytarar.
Fyri stuttum var eisini formlig avtala gjørd um sálarhirða til føroyingar, sum sita í varðhaldi ella sita longri dóm í donskum fongslum.
Endamálið við funktiónsstørvunum er, at fólkakirkjan bæði skal røkka borgarunum úti í samfelagnum, og samstundis bjóða til gudstænastu inn í kirkjurnar kring landið hvørja viku.
At førleikamenna kirkjuráðini, at styrkja kristni í skúlunum og fáa fleiri sjálvboðin er eisini millum mongu strategisku málini, sum fólkakirkjan hevur sett sær fyri at arbeiða við komandi tíðina.
Próstar fólkakirkjunnar
Verandi dómprósturin er knýttur at dómkirkjuni. Út yvir sóknarprestaembætið í dómkirkjuni og í Nólsoy hevur hann eisini fíggjarstýringina av teimum 61 kirkjunum í landinum um hendi. Uppgávuna við atliti at fíggjarstýringini fremur hann saman við Próstadømisráðnum.
Harumframt hevur dómpróstur allar starvsfólkauppgávur, sum eru tengdar at teimum 30 prestunum sum starvast í fólkakirkjuni. Somuleiðis hevur hann eftirlit við grundskrásetingini hjá landinum, sum 17 kirkjubókaførandi sóknarprestar fremja fyri landið.
Tað er eftirlitsuppgávan við kirkjubókunum og starvsfólkauppgávurnar, sum ein komandi próstur ætlandi skal yvirtaka frá dómpróstinum, - umframt at skipa arbeiðið við strategisku málunum.
Komandi prósturin verður ein av sóknarprestunum í embæti og varðveitir sítt embæti. Tær fyrisitingarligur uppgávurnar verða 25% av embætinum.
Umsitingin hjá fólkakirkjuni
Síðani fólkakirkjan var yvirtikin í 2007, hevur kirkjuskatturin verið hin sami, t.e. 0,6%. Í ávísum kirkjusóknum hevur harafturat verðið staðbundin kirkjuskattur, tá ein kirkja hevur havt verkætlanir og dagføringar á skránni.
Fólkatalið í landinum er munandi vaksið síðani 2007. Talið av prestum er økt samsvarandi.
Umsitingin hjá fólkakirkjuni telur 4 fyrisitingarlig starvsfólk útyvir dómpróst og biskup. Hetta er 1,5 starv undir normering. Tí kann ikki sigast, at umsitingin hjá fólkakirkjuni bólnar, hóast ein próstur afturat verður settur við einum minni brøki.
Fólkakirkjan er í eini jaligar menning, og skulu vit varðveita positivu gongdina er týðandi framhaldandi at fylgja við, gera ábøtur og hugsa nýtt.