Skriva út
Fólkakirkjan: Nýtt prestagjald er á veg
09.01.2014 Tíðindi
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at fáa eitt triðja prestagjald í fólkaríkasta økinum í landinum – Suðurstreymoy.
Støðan í dag er hon, at hetta økið er býtt sundur í tvinnanda prestagjøld: Suðurstreymoyar vestara prestagjald við høvuðssæti í Vesturkirkjuni, og í Suðurstreymoyar eystara prestagjald við høvuðssæti í Dómkirkjuni.
Markið millum hesi bæði prestagjøldini er Tróndargøta, Varðagøta og Villingardalsvegur.
Men nú er komið so langt, at tað triðja prestagjaldið kann verða skipað í økinum í næstum.
Í eini heilsan á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni fegnast Jógvan Fríðrikson á, at lunnar nú eru lagdir undir tað, sum í framtíðini fer at eita Suðurstreymoyar norðara prestagjald.
Hetta prestagjaldið fer at fevna um kirkjurnar í Hoyvík og í Kaldbak, sum nú verða savnaðar í einum og sama prestagjaldi, meðan Dómkirkjan og Nólsoyar kirkja framvegis verða í tí eystara prestagjaldinum.
Orð: Snorri Brend
Onnur tíðindi