Skriva út

Fólkakirkjan letur varisliga uppaftur 1. september 2020

31.08.2020 Tíðindi
DSC00183.JPG

Tilmæli við atliti at Covid-19

Kirkjan – bygningurin – kirkjuráðið.
Kirkjuráðini hava sum vituligt er ábyrgdina av kirkjuni í allar mátar, t.d. viðlíkahald, røkt, reinføri og fíggjarlig atlit. Hetta er í góðum og tryggum hondum.
Yvirskipað er ábyrgdin eitt felags øki í samstarvi millum ymiskar myndugleikar, t.d. kirkjuráðið, sóknarprestin, Próstadømisráðið, Føroya Stiftsstjórn, dómpróst og biskup.
Tilmælini til kirkjuráðini og sóknarprestarnar byggja á neyvt samskifti við fyrisitingarligar og læknafrøðiligar myndugleikar. Tilmælini frá leiðslu kirkjunnar fylgja almennu tilmælunum, so trygdin hjá kirkjufólkinum, kirkjunnar tænarum, presti og viðskiftafólki er í hásæti í og rundan um kirkjuna.
Leiðslan í fólkakirkjuni – dómpróstur og biskupur – hevur hesi tilmæli, nú fólkakirkjan letur varisliga uppaftur eftir aðru Covid-19 bylgju.

Kirkjuráðið hevur saman við kirkjunnar tænarum ábyrgd av:

  • At reinføri er gott, t.d. nýtsla av spritti og pappíri til hendurnar.
  • At vit ikki sita ov tætt saman í kirkjuni, men sita í hóskandi frástøðu – 1 metur. Tó, fólk úr sama húsi kunnu sita saman. Hetta er galdandi til gudstænastur, jarðarferðir og vígslur.
  • At sitið verður á aðru hvørjari brík í skipinum.
  • At fólkatalið í teimum stóru kirkjunum til gudstænastu, jarðarferð og brúðarvígslu í mesta lagi er 100.
  • At fólkatalið í teimum miðalstóru kirkjunum til gudstænastu, jarðarferð og brúðarvígslu í mesta lagi er 75.
  • At fólkatalið í teimum smærri kirkjunum til gudstænastu, jarðarferð og brúðarvígslu í mesta lagi er 30.
  • At frámerki vísir staðið/støðini har sitið verður í stólunum ella ikki verður sitið.
  • At kirkjukaffi og ervi ikki vera í kirkjunum innan 15. september 2020.
  • At ongar konsertir verða hildnar í kirkjunum innan 15. september 2020.
  • At sálmabókin einans verður nýtt til gudstænasturnar (hámessuna) sunnudag.
  • At kirkjan ikki er opin fyri ferðafólki innan 15. september 2020.

Sóknarpresturin hevur ábyrgd av:

  • At kunna kirkjufólkið av prædikustólinum um týdningin av frástøðu og reinføri við atliti at gudstænastum og kirkjuligum tænastum. At minna um frástøðu á veg inn í kirkjuna, í kirkjuni og tá ið farið verður úr kirkjuni.
  • At ásetta hámarkið av fólki verður hildið til gudstænastur og kirkjuligar tænastur.
  • At altargangurin fer fram undir serligari og tryggari skipan, ið presturin er kendur við frá fyrru Covid-19 bylgju.
  • At dópsins sakramenti verður umsitið í góðum samskifti við tey avvarðandi uttanfyri gudstænastuna / hámessutíð. Tey, ið eru til staðar í dópsløtuni, eru: Foreldur, systkin, ommur og abbar, faddrarnir og tey allar nærmastu. Í mesta lagi 30 – 50 fólk alt eftir støddini á kirkjuni.
  • At brúðarpørini til kirkjuliga vígslu verða kunnað um galdandi ásetingar. At hámarkið fyri vitjandi í kirkjuni undir vígsluni verður hildið. At frástøðan verður hildin.
  • Sóknarpresturin hevur evstu ábyrgd av tí, sum fer fram í kirkjuni við atliti at gudstænastu, dópi, vígslu og jarðarferð. Tað merkir, at sóknarpresturin sum embætismaður (m/k) er myndugleikin.

Blíðar kvøður,
Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur