Fólkakirkjan letur dyrnar upp - ferðsluljósini tikin í nýtslu
Tann 13. november 2021 broyttist almenni politikkurin við atliti at Covid-19. Nýggi almenni politikkurin á økinum verður kallaður ferðsluljósini, ið eru grøn, gul og reyð. Liturin sipar til talið av smittaðum um dagin í eina viku.
Ferðsluljósini gera tað møguligt at hava kirkjuna opna á ávísum støðum, meðan hon er stongd aðrastaðni. Við øðrum orðum, er tað smittan í økinum, sum avgerð, um kirkjan á staðnum er opin ella ikki.
Fólkakirkjan gongur sostatt burtur frá einum felags leisti fyri alt landið. Onkustaðni kann lokala kirkjan verða latin aftur, meðan hon á øðrum støðum er opin.
Við atliti at nýggja leistinum hevur leiðslan ráðført seg við læknafrøðiliga myndugleikan.
Hámarkið skiftir við litinum
Grøni liturin er STIG 1 við færri enn 15 smittaðum um dagin í eina viku. Grøni liturin hevur einki hámark við atliti at fólkamongd.
Guli liturin er STIG 2 við 15-75 smittaðum um dagin í eina viku. Guli liturin hevur eitt hámark á 200 fólk, um vit nýta koronapass/eru koppsett, testað negativ ella hava havt Covid-19 smittuna.
Reyði liturin er STIG 3 og sigur frá, at í mesta lagi 10 fólk kunnu savnast. Farið verður niður í ferð. Einans tað, ið er bráðneyðugt verður útint.
Lokal stýring og ábyrgd frameftir
Tað er sera óheppið, at kirkjan hevur verið latin aftur so ofta og so leingi. Longsulin eftir at koma inn í halgidómin er stórur. Kirkjan er ein partur av lívi fólksins í gleði og sorg. Soleiðis sæð er hon mitt í tilveruni gerandis og heilagt.
Leiðslan hevur havt eina felags stýring av øllum kirkjunum í landinum. Í langa tíð var tað neyðugt. Tey flestu ynsktu hendan leistin, so ábyrgdin av fólkakirkjuni var savnað á einum staði.
Tíðin er búgvin at leggja á annan bógv. Leisturin frameftir verður, at hvørt prestagjald tekur ábyrgd av sínum kirkjum. Sóknarprestarnir og kirkjuráðini hava ábyrgd av, um kirkjan er opin ella stongd, alt eftir hvussu stór smittan er lokalt.
Neyðugar fortreytir fyri at kirkjan kann vera opin
Trygdin eigur at vera í hásæti, nú kirkjudyrnar verða lætnar uppaftur. Vit mega ansa eftir okkum sjálvum til tess at kunna ansa eftir øðrum. Vit mega gera tað, ið gerast kann til tess at tryggja, at tað er trygt at koma í kirkjuna.
Tað má als ikki henda, at kirkjan vegna ósketni setur heilsu fólksins í vanda við at fara lætt um hugtøkini reinføri og frástøða. Hóast vit ikki kunnu tryggja okkum 100%, mega vit hvør í sínum lagi taka ábyrgd av okkum sjálvum og hvør øðrum.
Øll, sum koma í kirkju, eiga at vera ábyrgdarfull og tryggja seg sjálv við atliti at Covid-19.
Avgerandi neyðugt er, at fólk, ið koma í kirkju, eru frísk við atliti at smittandi sjúkum og lúka eina av niðanfyri nevndu treytum:
- eru koppsett móti Covid-19.
- hava verið sjúk av Covid-19 tað seinasta árið.
- hava eina negativa attest, ið ikki er eldri enn 72 tímar.
Fólkakirkjan hevur álit á fólkinum
Hóast fólkakirkjan herðir Covid-19 politikkin samsvarandi almennu tilmælunum og nýtir ferðsluljósini, mega vit í opinleika vera ærlig og siga, at
- talan verður ikki um eftirlit við kirkjudyrnar.
Kirkjunnar virksemi tikið uppaftur
Kirkjan fer aftur til tað vanliga virksemið, ið var í kirkjusóknini áðrenn Covid-19. Eyðvitað eru mong atlit at taka, ið mega takast í størsta álvara. Nøkur teirra verða nevnd niðanvert.
Hámarkið
- Almennu myndugleikarnir hava ásett eitt hámark. Kirkjan eigur at fylgja hesi áseting, so øll átøk í kirkjuni halda hámarkið.
- Talan er bæði um gudstænastu, dóp, vígslu, konsertir, jarðarferðir, ervi og sosiala samveru.
- Ferðsluljósini áseta hámarkið.
Gudstænastur
- Sitið verður á øðrum hvørjum beinki fram til 1. mars 2022.
- Ferðsluljósini áseta fólkatalið.
- Mint verður á kendu tilmælini um frástøðu og reinføri.
Barnadópur
- Við tað at smittan serliga ferðast millum børn og ung er tað alneyðugt, at vit eru sera varin, tá ið barnadópur er.
- Ynskiligt er, at so fá fólk sum møguligt eru til staðar innari í kór, tá ið børn verða doypt.
- Tað er skilagott, at vit fram til 1. mars 2022 doypa børnini uttan fyri kirkjutíð.
Sunnudagsskúli
- Í kirkjutíð verður sunnudagsskúli hildin í kirkjuni/kirkjuhúsinum, tá ið ferðsluljósini eru grøn.
- Umstøðurnar mega taka atlit at barnatalinum, reinføri og frástøðu.
Altargongd
- Fram til 1. mars 2022, verður farið aftur til ta serligu skipan og mannagongd, ið áður er nýtt við atliti at Covid-19.
- Mint verður á kendu tilmælini um frástøðu og reinføri.
Brúðarvígsla
- Sitið verður í øðrum hvørjum beinki fram til 1. mars 2022.
- Ferðsluljósini áseta fólkatalið.
- Mint verður á frástøðu og reinføri.
Jarðarferð
- Sitið verður í øðrum hvørjum beinki fram til 1. mars 2022.
- Ferðsluljósini áseta fólkatalið.
- Mint verður á frástøðu og reinføri.
Konsertir
- Sitið verður í øðrum hvørjum beinki fram til 1. mars 2022.
- Ferðsluljósini áseta fólkatalið.
- Mint verður á frástøðu og reinføri.
Sosial samvera (fyrilestrar, børn/ung og eldri)
- Sitið verður í hóskiligari frástøðu fram til 1. mars 2022.
- Ferðsluljósini áseta fólkatalið.
- Mint verður á frástøðu og reinføri.
Gingið verður út úr kirkjuni
- Tey, ið hava sitið á loftinum, fara sum tey fyrstu út úr kirkjuni.
- Úr skipinum verður gingið á tann hátt, at tey á aftasta bonki, fara fyrst út úr skipinum.
Stroyming av kirkjuligum tænastum
- Stroyming av gudstænastum og kirkjuligum tænastum fer fram sambært almennum reglum. Sí skrivið frá leiðsluni dagfest 24. mars 2020.
Nærri kunning
Á heimasíðuni www.corona.fo fæst nærri kunning um týdningin av ferðsluljósununum.
Vælkomin at spyrja
- Um spurningar ella ivamál eru, kunnu kirkjuráð og prestar altíð seta seg í samband við leiðsluna.
- Er talan um læknafrøðilig ivamál, kunnu kirkjuráð og prestar tosa beinleiðis við Pál Weihe, tlf. 21 66 96.
Tann 1. mars 2022 verður av nýggjum mett um støðuna.
Við bøn um Guðs signing yvir land og fólk.
Tórshavn 24. november 2021
Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur