Skriva út
Fólkakirkjan – innihald og atlit
18.02.2014 Tíðindi
Framløgan hjá biskupi 15. februar 2014 – skeið fyri kirkjuráðslimum.
Fólkakirkjan er ein kirkja við skrásettum limum. Dópurin gevur limaskap. Tey, ið eru doypt í aðrari kristnari kirkju ella samkomu og ynskja at gerast ein partur av fólkakirkjuni, verða ikki doypt umaftur. Ístaðin verða tey innlimað eftir undirvísing ella samtalu við sóknarprestin.
Fólkakirkjan er almenn og ein og hvør er vælkomin sum limur, ið kann góðtaka tað, ið fólkakirkjan stendur fyri, innihaldið.
At fólkakirkjan er almenn merkir ikki, at tað eru almennu Føroyar, ið stjórna kirkjuni. Fólkakirkjan hevur skipað viðurskifti við statin, og fær umleið 9. mió. kr. í árligum almennum stuðli. Tað eru limirnir, ið útinna tænasturnar og fíggjarliga reka fólkakirkjuna. Stuðulin á Løgtingsins fíggjarlóg svarar til umleið 19% av samlaða rakstrinum.
Sálin í fólkakirkjuni
Fólkakirkjan hevur eina sál. Talan er um innihald og lív. Kirkjan er á serligan hátt húsið í bygdini ella býnum. Vit tosa um ein halgidóm, har lívleyst tilfar og livandi menniskju samvirka.
Tey seinastu nógvu árini er kristindómurin vorðin ein persónligt mál burturav. Hetta rákið minkar um hugsanina, at vit hava nakað felags, ið er vert at lívga.
Trúgvin er ikki einans persónlig. Júst kirkjan er tekin um, at trúgvin sum ein persónligur eginleiki býr á einum heilagum staði, ið bæði er staðbundið og uttan staðseting.
Tað, ið er staðbundið, er kirkjan og kirkjuliðið í bygdini. Tað uttan staðseting er samfelag teirra heilagu, alheims kirkjan, ið er Jesu Kristi kirkja.
Sálin í fólkakirkjuni er ein samanrenning av innihaldi og menniskjum, ið ynskja, at gudshúsið hevur tað gott. Ynskja, at gudshúsið er karmur um trivnað hins einstaka og samstundis gevur kirkjuliðnum møguleika at trívast.
Hyggja vit at tænastuni, tí sjálvbodnu tænastuni, so tykist mær, at vit í fólkakirkjuni mega venja okkum til at umtala og varpa ljós á kirkjuna.
Sálin í fólkakirkjuni er ein samanrenning: Innihaldið festur røtur í hjørtum manna, tað verður lív, og lívið heldur til á heilagum staði, t.e. í kirkjuni.
Sálin í fólkakirkjuni verður eisini nevnd livandi steinar. Í trúnni á Jesus gerast vit livandi steinar í samfelag teirra heilagu. Samfelag teirra heilagu er staðbundið og samstundis partur av kirkjuni uttan stað og landamørk.
Við øðrum orðum er tað týdningarmikið, at vit – hin einstaki – kenna ábyrgd av fólkakirkjuni. Ábyrgd, - ikki sum eitt krav. Men heldur ábyrgd, ið vellir fram av kærleika, tí vit eru vorðin partur av eini størri sál.
Tað eru júst vit, ið eru vorðin góð við hesa skipan, sum mega umtala kirkjuna jaliga og varpa ljós á hennara dygdir. Vit eru umboðsfólk kirkjunnar.
Eisini eiga vit í fólkakirkjuni at læra kynstrið at samskifta við øll og viðgera øll evni út frá ymiskum sjónarhorni. Vit skulu ikki einans vera jalig, men siga tað, ið sigast skal á røttum stað, til rætta tíð og við rætta viðkomandi.
Umtala fólkakirkjuna
Vit mega umtala fólkakirkjuna, nevna hennara dygdir og hennara týdning. Hesa ábyrgd hava limirnir hvør í sínum lagi.
Samstundis mega vit læra okkum at hoyra sjónarmið teirra, ið hava torført við at síggja nyttuna ella virði í fólkakirkjuni, - ikki minst tá ið hugsað verður um gudstænastuna.
Líkasum likamið skal røkjast, á sama hátt má sálin lívgast. Rákið í samfelagnum rekur tann vegin, at vit í fólkakirkjuni ikki mega taka nakað sum eina sjálvfylgju. Tað er ein felags uppgáva hjá kirkjufólkinum at manna kirkjuna.
Eyðvitað eru tað mong, ið varpa ljós á dygdirnar í fólkakirkjuni. Jú fleiri, tess betur. Virðingin fyri fólkakirkjuni er rímilig, men eisini her mega vit kenna okkara pláss og vera á varðhaldi. Einki er ein sjálvfylgja.
Øll tóku tað sum eina sjálvfylgju, at vit hava morgunlestur og gudstænastur í Kringvarpinum. Niðurløgan er eyðsýnd t.d. handfaringin av morgunlestrinum og mynda- og ljóðgóðskan í Svf.
At tað eru ymiskar áskoðanir er ikki einvíst neiligt. Tað staðfestir einans, at vit mega stríðast fyri tí, ið vit eru góð við. Og fólkakirkjan er okkara hjartamál.
Sálin í fólkakirkjuni er ein samanrenning av innihaldi og menniskjum, ið kenna tað týdningarmikið, at gudshúsið hevur tað gott. At gudshúsið gevur hinum einstaka møguleikar at trívast í kirkjuliðnum og gevur kirkjuliðnum møguleikan at trívast saman við tí einstaka. At Guds andi andar á menniskju og skapar lív og vøkstur í umhvørvinum.
Sjálvboðið arbeiði
Tað er eitt týdningarmikið arbeiði at taka sæti í einum kirkjuráði. Talan er um eina tænastu, ið er sjálvboðin.
Hugsa vit fólkaræði og fólkakirkja, so velja limirnir í eini kirkjusókn eitt kirkjuráð. Ráðið hevur ábyrgd av, at kirkjan hevur rímiligar verkligar umstøður. Kirkjuráðið skal skapa karmar fyri lívi og vøkstri. Kirkjuráðini hava tey seinastu árini fingið víðkaða heimild at verkseta tiltøk í kirkjuni uttan fyri hámessuna.
Sóknarpresturin er kallaður at røkja tænastuna sum hirði hjá kirkjuliðnum. Sínámillum virðing er av størsta týdningi, so kirkjuráðið og sóknarpresturin fáa eitt gott samstarv. Kirkjuráðið er ikki arbeiðsgevari hjá sóknarprestinum, og í tænastu síni er prestur ikki heftur av kirkjuráðnum.
Ein gott samstarv ímillum kirkjuráðið og prestin skapar eitt gott kirkjuligt umhvørvi. Neyðugt er við góðum samskifti, so ikki fleiri hvør í sínum lagi skipa fyri tiltøkum í kirkjuni samstundis.
Starvsfólk ella sjálvboðin tænasta
Frá kirkjunum i norðurlondum hoyra vit mangan, at vit mega halda fast við ta skipan, at sjálvboðin gera tænastu í kirkjuni. Í Danmark verður sagt, at fólkakirkjan er farin frá at vera fólksins kirkja og vorðin ein kirkja við starvsfólki. Fyribrigdið er væl kent, at fakfelags spurningar og stríð seta dám á viðurskiftini innanveggja í donsku fólkakirkjuni.
Nú er danska kirkjan nógv størri enn føroyska. Tað eru stór forhold, ymisk viðurskifti og mangt annað, sum vit av góðum grundum ikki kenna nóg væl. Danska fólkakirkjan virkar í mangar mátar sera væl.
Men tað er nakað, ið kann henda, tá ið allar tænastur verða løntar. Talið av virknum kirkjufólki minkar. Í staðin fyri stórt tal av fólki til tær ymsu uppgávurnar, er talan um starvsfólk. Samveran og felags ábyrgdin viknar.
Her venda vit aftur til sálina. Jú færri fólk, ið kenna ábyrgd av halgidóminum, tess størri er møguleikin fyri, at sálin í fólkakirkjuni verður skerd. Jú fleiri, ið virka og eru tilvitað um arbeiðið, tess betur verður trivnaðurin.
Tað er einki antin ella. Lógin heimilar samsýning, og hon er neyðug á størri støðum við nógvum virksemi og tænastum. Eyðvitað hava eisini tænarar, ið fáa samsýning, kærleika til tænastuna og halgidómin. Talan er um smá tøl og smærri upphæddir.
Ein styrki í allari skipanini er, at vit sum limir í fólkakirkjuni fáa kirkjuna til nýtslu uttan kostnað. Dópur, brúðarvígsla og jarðarferð eru uttan gjald, tí vit hava longu goldið yvir kirkjuskattin. Tað er ein góð skipan, at kirkjan er tøk til nýtslu.
Nýta vit omanfyri nevnda sum útgangsstøði, so kann tað sigast, at samsýningin er endurgjald fyri mista inntøku. Tað er ikki rímiligt, at tænarar missa inntøku, tá ið eg havi brúk fyri kirkjuni og skal jarða míni kæru. Hartil kemur, at á tí almenna arbeiðsmarknaðinum er tað nú torførari at fáa frí til jarðarferð og kirkjuligar tænastur enn áður.
Hugsjónarfólk
Kirkjan hevur altíð átt hugsjónarfólk. Tað er neyðugt at vit lívga fólkakirkju andan. Vit hava eina skipan, ið byggir á fólkaræði. Í hesi skipan hava vit møguleikan at dugna kirkjuni. Við at taka sæti í kirkjuráðnum og geva nakað av okkara tíð, orku og evnum fær fólkakirkjan tað gott og kann mennast.
Eisini vit, ið gera lønta tænastu í kirkjuliðnum, mega tilvitað menna okkara egnu hugsjón um tænastuna. Talan er um eitt kall og eina tænastu. Tænastan og kallið eru eyðvitað eitt arbeiði, nakað, ið má gerast væl og til tíðina.
Men tænastan er meira enn eitt arbeiði. Um tænastan einans er eitt arbeiði uttan hugsjón, ið nemur kall ella tænastu, so viknar sálin í fólkakirkjuni.
Skilagott er tað at geva tænastuni gætur og fylgja við, so hvørt eldra ættarliðið leggur frá sær, um vit varnast eina hugburðsbroyting. Vit mega fylgja við rákinum í fólki okkara eisini við atliti at tænastuni, so einki kemur óvart á kirkjuráð og leiðslu kirkjunnar. Vit skulu virða sjónarmiðið um samsýning, hóast ynskiligt er, at hildið verður aftur.
Kirkjan er ikki eitt arbeiðspláss sum øll onnur. Kirkjan er eitt serligt arbeiðspláss við egnari dagsskrá, siðvenju og innihaldið.
Formur og innihald
Tað er júst siðvenjan og innihaldið, ið ger fólkakirkjuna til nakað serstakt. Fólkakirkjan er í sínum bygnaði, siðvenju og innihaldi øðrvísi enn aðrar kirkjur.
Ofta verður tosað um formin, at fólkakirkjan ikki svarar til nútíðina. Tillagingar hava altíð verið gjørdar, og neyðugt er væl altíð at gera smærri ábøtur og dagføringar. Tó, umráðandi er at varnast, at formur og innihald hanga saman.
Tað er valla hugsandi, at ein formleysur boðskapur hevur varandi virði tá ið talan er um at vera kirkja og at byggja kirkju. Tað, ið er uttan form, flýtur út í einki ella verður yvirtikið av øðrum formi.
Siðvenja ella traditión er vorðið eitt ókvæmisorð í kristnum práti. Hinvegin er tað júst tann liturgiska siðvenjan og traditiónin, sum saman við innihaldinum hevur varðveitt hina kristnu kirkjuna. Formurin er karmur um innihald.
Formurin er at líkna við eitt stik rundan um ein urtagarð. Taka vit stikið burtur, so eru blómurnar útsettar fyri vanda av ymiskum slagi. Líkasum stikið varðveitir blómurnar frá t.d. seyði, á sama hátt er tann liturgiska siðvenjan ein vernd móti skjótum og løttum loysnum, ið ikki altíð eru burðardyggar.
Tillagingar
Tíðin stendur ikki í stað. Vit hava fingið nakrar nýggjar kirkjur við nógvum møguleikum. Tað ræður um, at kirkjan sum fólkakirkja livir í veruleikanum og ikki ræðist tær avbjóðingar, ið tann nýggja tíðin setur.
Kirkjan eigur at vera opin, so fólk, ið hugsa øðrvísi enn tann gamla siðvenjan, hava dirvi at tosa um form, innihald og umrøða kirkjumál.
Tillagingar mega gerast við varsemi og hóvsemi. Tað er eingin tilvild, at siðvenjan er soleiðis, sum hon er. Fólk undan okkum hava eisini hugsað.
Men tað er eitt, sum er nýtt, og tað er nútíðin. Uppgávan hjá fólkakirkjuni er at vera kirkja mitt í tíðini og taka nútíðina í álvara.
Ein hugsan, ið vinnur frama millum manna, er, at vit nýta kirkjuna aðrar løtur enn sunnumorgun. Uttan fyri hámessuna sunnudag hava vit stórar møguleikar, ið kunnu gagnnýtast í størri mun enn áður. Tað sosiala hevur alstóran týdning fyri nútíðar menniskju. Tað er ein partur av nútíðar kirkjubygging, at karmarnir hýsa sosialari samveru.
Fólkakirkjan hevur møguleikar, ið vit kunnu royndarkoyra eina tíð. Hvør kirkja hevur sínar møguleikar, og tað staðbundna kirkjuliðið má finna sína egnu loysn. Tað er bæði vandamikið og møðsamt, um allar kirkjur skulu hava sama tilboð uttan fyri hámessuna. Kirkjurnar eru ymiskar sum bygningur, kirkjuliðini eru ymisk í stødd og førleika. Tilboðini í umhvørvinum ymisk frá staði til annað.
Børn og ung
Miðalaldurin við eina hámessu er høgur. Fleir kirkjuráð siga, at talið av børnum, ið luttaka í gudstænastuni, er í lægra lagi. Sum eygleiðari meti eg, at ein jalig vend hómast í eygsjón á fleiri støðum.
Tess vegna er tað at fegnast um, at fleiri kirkjur hava tikið hetta málið í álvara og royna at gera nakað við støðuna. Eisini her eru mong atlit at taka. Sjálvur meti eg, at kirkjuráðið og sóknarpresturin kenna jørðildi á staðnum og kunnu stinga út i kortið. Skilagott um vit kunnu hjálpast at og menna hvønn annan.
Í fólkakirkjuni er gjógvin millum aldursbólkarnar ein avbjóðing. Tað er ein frægd at síggja børn til hámessuna, t.d. tá ið eitt barnakór syngur ella onkur yngri luttekur.
Uttan fyri hámessuna hava vit møguleikar, ið burturav taka atlit at aldursbólkunum. Vøggusangur, góðanáttsøgur, ungdómsgudstænasta, tónleikagudstænasta og skrúvugudstæansta.
Á nøkrum støðum er sunnudagsskúli í kirkjuni undir hámessuni. Aðrastaðni verður onnur loysn vald. Nógv atlit eru at taka, og samtalan millum prest, kirkjuráð og missiónina er umráðandi og neyðug.
Hugaligt var at hoyra um kanningina hjá Gallup. 65% av ungdóminum í 9. flokki hevur álit á Fólkakirkjuni. Tað gevur dirvi, áræði og vón um bjarta framtíð.
Hámessan
Hámessan sunnudag er kjarnin í fólkakirkjuni. Tað kann verða vandamikið, um tey tiltøk, ið vit hava uttan fyri hámessuna, koma ístaðin gudstænastuna sunnumorgun.
Hámessan er løtan, tá ið kirkjuliðið fagnar Guði í bøn og lovsangi. Løtan, tá ið vit søkja Kristus í orðinum, baðnum og borðinum. Hámessan kemur í hæddina í kvøldmáltíð Harrans, ið er føði hins trúgvandi. Samstundis vísir altarborðið fram til Guðs ríkis borðhald í himmiríki.
Gudstænastan sunnudag eigur at hava felags eyðkenni um alt landið og verða hildin innan ásettar karmar við atliti at liturgi og mannagongd. Ikki bundin á hondum og fótum, men frælsi til smærri frávik innan givnar karmar alt eftir stødd, førleika og umstøðunum hjá kirkjuliðnum.
Tað er týdningarmikið, at vit kenna tað søguliga tilfarið, sum liggur aftanfyri eina gudstænastuskipan.
Ástøði
Innihaldið í fólkakirkjuni hevur sítt ástøði í Bíbliuni, trúarjáttanini og sálmabókini. Tað ástøðiliga virðið er í nevndu raðfylgju.
Ritualini lýsa fólkakirkjunnar fatan av dópi, altarborði, brúðarmessu, konfirmatión og jarðarferð.
Ritualini úttala seg fólkakirkjunnar vegna.
Onnur tíðindi