Skriva út

Fólkakirkjan fingið nýtt forlag

23.12.2022 Tíðindi
Nevndin Í Forlagnum Vokstur 1
Nevndin í forlagnum Vøkstur: Jóannes Purkhús, Marjun Lómaklett og Bergur Debes Joensen.

Forlagið Vøkstur er eitt nýtt forlag, ið er sprottið úr Vakstrarliðnum, ein verkætlan innan Fólkakirkjuna við ymiskum evnum til íblástur, ið biskupur, Jógvan Fríðriksson, setti í gongd í 2019.

At reisa eitt forlag innan fólkakirkjuna var eitt av evnunum, og var so forlagið skipað á vári 2022 við navninum Vøkstur.

Endamálið er at geva út bøkur og annað tilfar, sum kann fremja lív og vøkstur í fólkakirkjuni. Ein javnvág skal vera millum uppbyggiligt, lærandi, kveikjandi og upplýsandi tilfar. Dentur verður lagdur á nýtt og viðkomandi tilfar.

Í viðtøkunum stendur, at biskupur velur eina trýmannanevnd at stýra forlagnum, og forlagið kann so seta ein forlagsleiðara at arbeiða saman við nevndini.

Jógvan Ravnsfjall, forlagsleiðari

Í fyrstu nevndini eru Bergur Debes Joensen, Marjun Lómaklett og Jóannes Purkhús. Forlagsleiðari er Jógvan Ravnsfjall.

Fyrsta útgávan hjá forlagnum kom út nú í desember, og er tað bókin Kraft av nýggjum eftir Erling Ruud við týðing hjá Petur Jacob Sigvardsen, ið var útgivin í 1967, men nú givin út í nýggjari útgávu, broytt og dagførd.

Forlagið er í holt við eina aðra útgávu longu til føstuna, og ætlandi verða tvær útgávur givnar út aftrat henni í komandi ári.

Ætlanin er so í árunum framyvir at hava tvær til fýra útgávur árliga, upprunaligt føroyskt eins og týtt útlendskt tilfar.

Um samband er ynskjandi við forlagið, er at venda sær til formannin, Berg Debes Joensen, bergur@kirkjan.fo ella Jógvan Ravnsfjall, ravn@kallnet.fo.

Forlagið Vøkstur