Skriva út

Fólkakirkjan avlýsir gudstænasturnar í august

07.08.2020 Tíðindi
corona-4893276_1920.jpg

Leiðslan í fólkakirkjuni mælir til, at allar gudstænastur – innandura sum uttandura – verða avlýstar í august mánaði 2020.

Støðan í samfelagnum við atliti at Covid-19 verður tikin í álvara. Vit mega framhaldandi geva kendum leiðreglum gætur so sum reinføri og frástøðu. Mett verður skilagott í mest møguligan mun at avmarka alt kirkjuligt virksemi, ið kann útsetast.

Vit mega verja okkara gomlu, veiku og tey, ið heilsuliga eru í vandabólki. Vit mega verja hvør annan, viðskiftafólkið og tey, ið sjálvboðin gera tænastu í kirkjuni.

Hóast ferðin í kirkjuni verður sett niður, eru prestarnir tøkir. Kirkjuligu tænasturnar – dópur, vígsla, sálarrøkt og jarðarferð – verða eyðvitað veittar, svá umstøðurnar og almennu tilmælini loyva, t.d. markið fyri, hvussu nógv fólk kunnu savnast í kirkjuni.

Vælkomin at seta tygum í samband við prestin umvegis netið ella telefonina.

Tilmælið verður endurskoðað um mánaðarskiftið august / september 2020.

Tórshavn 7. august 2020.

Uni Næs, dómpróstur                                                      
Jógvan Fríðriksson, biskupur