Fólk gleða seg til kirkjuna
Eini 150 fólk vóru møtt á kunnandi fundi í Glyvra kirkju í vikuni, har greitt varð frá nýggju kirkjuni, sum nú verður farið undir at byggja og sum skal standa liðug í 2027.
– Huglagið var gott og fólk eru spent, nú komið er so mikið væl áleiðis við nýggju kirkjuni, at farið verður í gongd við sjálva byggingina í ár, sigur Bogi Olsen, kirkjuráðsformaður á Glyvrum, nú kirkjufólkið mikukvøldið fekk kunning um nýggju kirkjuna og arbeiðið at gera hana.
– Vit brúktu ein lítlan tíma til kunnandi partin, og so var ein drekkamunnur aftaná, har prátað varð dúgliga um hesa spennandi ætlanina, ið nú verður framd í verki. Á skránni var bara kunning, so vit høvdu ikki latið upp fyri spurningum, men prátið aftaná bar boð um, at fólk gleða seg.
Við á fundinum vóru tvey fólk frá SNA, sum hevur tikið sær av tí arbeiði, ið higartil er gjørt í sambandi við kirkjuna. Tey vóru Inga Katrin Winther, arkitektur og kreativur leiðari, og Kristian Niclasen, byggifrøðingur og prosjektleiðari.
– Tit fáa eina ótraditionella kirkju, sum ikki líkist øðrum kirkjum og verður tann einasta av sínum slagi her á landi, segði Inga Katrin millum annað, tá ið hon greiddi frá og vísti fólki, hvussu kirkjan fer at taka seg út bæði innan og uttan.
‟Innan verður hetta ein fantastiska flott kirkja. Hon verður ljós, hugnalig, innbjóðandi og spennandi. Sum eg skilji, verður orglið eitt av teimum stóru orglunum í Føroyum, so tað gleði eg meg eisini til.”
Johan Petersen, kirkjusangari
Arbeiðið at fáa nýggja kirkju á Glyvrum fór í gongd fyri góðum tjúgu árum síðani, í 2004, og í 2007 varð skrivað út ein arkitektakapping, ið Árni Winther, arkitektur, vann. Tað er hansara uppskot, sum við nøkrum dagføringum verður tann nýggja kirkjan á Glyvrum.
– Nú eru vit í holt við undangóðkenningarumfarið, og so vóna vit at hava fingið øll tilboðini inn tann 1. apríl. Gongst væl, kunnu vit kanska longu tann 1. mai skriva undir sáttmála um sjálva byggingina, so farast kann í gongd av álvara, sigur Bogi Olsen, ið saman við Eyðuni Petersen, umboð fyri byggiharran, eisini hevði orðið á fundinum.
– Nakrar broytingar og tillagingar eru gjørdar, so sumt er eitt sindur øðrvísi, enn tað hevur verið frammanundan, hóast talan í tí stóra og heila er um somu verkætlan. Í næstum fara vit at dagføra plansjurnar, sum hanga uppi í kirkjuni, so fólk eisini har kunnu síggja, hvussu nýggja kirkjan fer at taka seg út.
‟Nýggja kirkjan, sum av álvara er tiltrongd, sær gott út og er funktionell, ljós og innbjóðandi. Hon hevur tey rúm og teir hentleikar, ið skulu tað virksemi, sum er í henni. Vónandi verða lyfta ella skrái, so lætt slepst millum hæddirnar, tí atkoman til kirkjuna sær annars út til at vera góð.”
Marja Lamhauge, kirkjufólk
Kostnaðurin fyri nýggju kirkjuna á Glyvrum liggur beint undir 97 milliónir krónur, uttan meirvirðisgjald, og kirkjuráðsformaðurin sigur, at hóast einki er púra greitt, fyrr enn tilboðini eru komin inn, bendir alt á, at tað er ein prísur, ið fer at halda.
Orð: Hilmar Jan Hansen
Myndir: Glyvra kirkja