Skriva út
Føstugudstænasta á Syðradali
09.03.2017 Tíðindi
Mikudagin 8. mars 2017 vitjaði biskupur Kalsoynna. Høvið var ein føstugudstænasta, ið varð hildin í hugnaliga skúlanum í bygdini.
Ein sera unnilig og fjálg vitjan í hesi lítlu bygdini, ið telur eitt húski, foreldur og tvey vaksin børn. Áhugavert at uppliva, at tey smá plássini eru ein virkin partur av fólkakirkjuni. Kærleikin til fedranna kirkju og Guðs orð.
Í Kalsoynni eru føstugudstænasturnar skipaðar svá, at allar 4 bygdirnar standa saman um gudstænastunar og vitja hvør aðra. Einans ein gudstænasta í oynni mitt í viku. Á Húsum og í Mikladali eru kirkjur. Á Trøllanesi og Syðradali eru gudstænasturnar í skúlanum.
Væl av fólki vitjaði, og tað styrkti kirkjuliðið, at fólk úr Klaksvík vóru komin í oynna til gudstænastu. Tað er týdningarmikið, at fólk, ið hava røtur til smærri plássini, vitja við serlig høvi og lyfta gerandisdagin upp um tað vanliga og skapa hátíð.
Gamli presturin úr Elduvík, Salemon Joensen, minti undirritaða á tey smáu kirkjuliðini, tá ið eg varð innsettur í kallið og prestaembætið Eystan Múla. “Minst til tey smáu fylgini, Jógvan!”
Av sonnum ein góð áminning, hóast hon einans er fylgd partvíst.
Eftir gudstænastu varð kirkjurúmið umskapað, og borðreitt var við einum góðum drekkamunni, ið skapti hita í rúminum.
Takk fyri løtuna og gerningin í Guðs ríki.
Samstundis verður takkað fyri løtuna í Gásadali seinasta sunnudag, gudstænasta og blíðskapur. Tíverri var myndatólið eftir í Havnini.
JF
Myndir:
Onnur tíðindi