Skriva út

Føstan: - Jesus gjørdi tað alt fyri meg

17.04.2019 Tíðindi
17.04.19.jpg

Ein kemur ongatíð nóg ofta undir Guds orð!

Hesi orðini eigur Leivur í Buð, sum er formaður í kirkjuráðnum í Hvannasundi, her tú bæði finnur eina kirkju og tilhoyrandi kirkjuhús, sum varð vígt í 2016.

Sum formaður kann hann í dag fegnast um, at talið av kirkjugangarum er vaksið javnt og samt tey seinastu árini.

Hetta sæst ikki minst aftur í gudstænastunum sunnudagar, men eisini tá talan er um gudstænastur á kvøldi – eitt nú gudstænasturnar í føstutíðini.

- Jú, eg haldi at tað riggar sera væl við hesum føstugudstænastunum, sigur hann.

Hesa seinastu føstugudstænastuna í ár var tað Pól Johannesen, trúboðari úr Klaksvík ið talaði. Aftaná vóru øll boðin yvir í kirkjuhúsið til eina hugnaløtu, har Jonhard Larsen úr Klaksvík greiddi frá, hvussu tað er at hava eina mammu sum hevur Alzheimers sjúkuna.

- Jú, hetta var eitt gott kvøld, slær Leivur fast.

GOTT OG NEYÐUGT
Tað er sjálvandi misjavnt, hvussu nógvar føstugudstænastur, ið tann einstaka kirkjan sær seg føra fyri at skipa fyri á hvørjum ári.

Tað er sjálvandi eisini misjavnt, hvussu nógv fólk ið velja at taka av hesum tilboðnum, um at fara í kirkju til hesar føstugudstænastur mitt í viku. Í Hvannasundi verða tær hildnar mikukvøld.

Onkrastaðni – kanska serliga í størri kirkjunum – verða tær hildnar hvørja viku í føstuni, meðan ein aðrastaðni velur at hava tríggjar slíkar, - tað vil siga aðruhvørja viku.

Í Hvannasundi var eitt tíðarbil har ein hevði slíkar gudstænastur í føstuni, men har ein so seinni valdi at gevast við teimum. Men tíbetur vóru tað tey, ið ynsktu at taka upp aftur henda siðin at hava føstugudstænastur í kirkju teirra.

Og skal ein ganga eftir tí, sum Leivur í Buð sjálvur sigur um hesar gudstænasturnar, so eru tær avgjørt verdar av hava – og vitja!

- Eg kann í øllum førum bara staðfesta, at tað koma rættiliga fitt av fólki til okkara føstugudstænastur, slær hann fast.

- Hygg bara sum í kvøld. Vit vóru út ímóti 40 fólkum í kirkju eitt slíkt vanligt mikukvøld!

FYRI TEG OG MEG
Eins og so nógva aðrastaðni verður hildin gudstænasta við presti ella dekni í Hvannasundi hvønn einasta sunnudag, her prædikað verður út frá fastløgdum bíbliuteksti.

Men tá talan er um føstugudstænasturnar, so er her eitt kærkomið høvi at leggja dent á og vísa til Líðingarsøguna hjá Jesusi.

Í onkrum føri verður lisið og prædikað úr Líðingarsøguni, soleiðis sum hon stendur skrivað í Sálmabókini. Onkur annar lesur eitt brot úr Bíbliuni og prædikar út frá tí.

Hetta er nakað av tíð, sum Leivi dámar sera væl:

- Fyri meg persónliga, hevur tað sera stóran týdning at kunna hoyra aftur og aftur, hvussu nógv ið Jesus leið fyri meg, tá hann tók alla mína synd upp á Golgata kross.

- Og tað týdningarmesta við hesum er, at vit her fáa greitt at vita, at Jesus gjørdi alt hetta, fyri at tú og eg kunnu verða frelstir, slær hann fast.

TAÐ SENTRALA Í BOÐSKAPINUM
Hetta mikukvøldið í farnu viku – 10. apríl - í Hvannasunds kirkju var tað ikki prestur, men Pól Johannesen ið talaði.

Hann tosaði um ta ferðina, tá hermenn komu og handtóku Jesus fyri at døma hann. Hann bað teir um at taka seg, men lata vinir sínar fara. Soleiðis vísti hann teimum sín kærleika, og at tað var hansara uppgáva at ganga í deyðan fyri teir.

- Hetta er tað mesta sentrala, sum eg dugi at lesa í allari Bíbliuni – at Jesus gjørdi alt hetta, fyri at taka okkara skuld uppá seg, sigur Leivur í Buð, sum samstundis fegnast um góða talið av kirkjugangarum í Hvannasundi.

Sjálvur gekk hann nógv í kirkju sum smádrongur, men so komu nøkur ár hava hetta ikki hevði so stóran týdning fyri hann.

- Eg vil faktist siga tað so, at tað er langt síðani, at tað hava gingið so nógv fólk í kirkju her í Hvannasundi sum júst nú, endar Leivur í Buð samrøðuna.

Orð/mynd: Snorri Brend