Skriva út

Føsta er samhaldsfesti

22.02.2017 Tíðindi
Føsta er samhaldsfesti

Føstan stundar til. Sunnudagur í føstuinngangi er tann komandi. Kristna føstan tekur við øskudag, ið er mikudagur í føstuinngangi og endar á páskum. Men føstan hevur ikki altíð verið tann, vit í dag kenna. Og hvussu eiga vit at halda føstu? Ikki njótingarforboð, men samhugi við teim jagstraðu, neyðstaddu, fátæku og sjúku. Vit eiga at steðga á og gera støðuna upp: Hvussu kann mín yvirflóð koma neyðstaddum til góðar

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Føstuinngangur er í grundini teir tríggjar dagarnir, sunnudag, mánadag og týsdag, áðrenn farið varð undir ta álvarsomu og strongu føstuna frá øskudegi. Tað fyrsta, sum sunnudagur í føstuinngangi kann vera, er 1. februar, tað síðsta 7. mars.

Sunnukvøldið varð nevnt seinastakvøld, tí tá var vanliga bert dansað sunnukvøld, og hetta var seinasta sunnukvøld við dansi. Men seinasti dansidagur var tó mánadag í føstuinngangi, og hann var tiltikin. Áðrenn dansitíðin endaði á hesum sinni, taldu tey jólini. Týsdagin róptu tey grýlukvøld, og tað at ganga grýlu varð eisini rópt at ganga langaføstu. Í Mykinesi siga tey óttarskvøld. Føstuinngangur hevur eisini navnið langaføsta, og tað kann eisini merkja sjálva føstutíðina fyri páskir.

Navnið fastalávint ella føstulávint er nýggjari í føroyskum og er helst komið úr donskum, sum aftur hevur fingið orðið úr lágtýskum »Vastelavent«, ið merkir kvøldið fyri føstu. Hjá okkum man tað í dag vanliga verða sagt um teir tríggjar dagarnar í føstugangi fyri øskudag, sunnudag, mánadag og týsdag.

Øskudag byrjar so føstan av álvara, og sunnudagarnir í føstu eru fimm. Av teimum verður fimti sunnudagurin róptur miðføsta. Boðanardagur Mariu ‒ tá ið mariumessa, 25. mars, varð avtikin sum fastur heiligdagur ‒ varð í kirkjuárinum hildin fimta sunnudag í føstu.

Fyrireikingartíð

Sæð í søguligum ljósi merkir føsta at halda seg frá kjøtmati. Í dag hevur hon eina rúmari merking – at halda seg burtur frá ymiskum marglæti, sum kann vera matur og drekka, men eisini fartelefon, alnet, brúk o.s.fr.

Tilsamans er føstan fjøruti dagar, tá leygardagar og sunnudagar ikki verða taldir við. Men føstan hevur ikki altíð verið tann, sum vit í dag kenna. Fyrstu øldirnar hjá kristnu kirkjuni var føstan frá langafríggjadegi til páskanátt og varð nevnd »tríggjadagahalgi«, tó bert hálvttriðja samdøgur, og varð strangliga hildin.

Eftir ár 400 verða føstudagarnir fleiri, alla dymbuldagavikuna – frá pálmasunnudegi til páskadag, har ásettar matreglur vórðu strangliga fylgdar.

Í sjeyndu øld verður føstan roknað frá øskudegi. Men samstundis sum føstan verður longri, verður skil gjørt á ymsu døgunum í henni. Summir við linari føstu, aðrir við strangari, og leygardagar og sunnudagar vóru ikki føstudagar.

Men tað var ikki einans matarhaldið, hugsað var um í føstutíðini. Endamálið við føstuni var ein fyrireiking til páskahøgtíðina og hava boðskap hennara í huga. Páskanátt var ein dópsmessa, og rómakirkjan skipaði fyri dópsundirvísing fyri tilkomnum, ið doypast skuldu. Og fyri øll, sum vóru doypt, skuldi føstan varpa ljós á týdningin í dópinum. Teir bíbliutekstir, sum í føstutíðini verða lisnir í dagsins lutersk-evangelisku kirkju eru ætlaðir at minna fólk á og hugsa um, hvat tað merkir at vera kristin.

Vit minnast í ár á serstakan hátt Martin Luther í sambandi við, at liðin eru fimm hundrað ár síðan hann festi teir 95 setningarnar á hurð í slotskirkjuni í Wittenberg. Hann fanst at teimum strongu reglunum fyri føstu. Í 1522 skrivar hann: »Tað er ikki rætt, at Pætur ápostul gav boð um føstu og at tað er boðskapur kirkjunnar um deyðssynd í føstuni ella adventstíðini [jólaføstuni] at eta kjøt, egg og smør og at drekka mjólk. Tí hvørki Pætur ella kirkjan læra fólk nakað, sum stríðir ímóti Kristusi.« Tað er at siga: hetta hevur einki við kristindóm at gera.

Luther avsegði ikki føstuna sum reglu, men honum var umráðandi, at fólk ikki fastaðu við tí í hyggju, at tey við hesum høvdu frelsu uppiborna. Eftir trúbótina í 1536 vórðu føstugudstænastur hildnar í kirkjum í Danmarkar ríki. Bæði mikudag og fríggjadag vórðu prædikur hildnar, ið høvdu sum endamál at læra fólk og minna tey á.

Í eini prædiku í Vartov kirkju í Keypmannahavn 1837 gjørdi Grundtvig upp við føstuna, sum hann kallaði »eina andstyggiliga gerð«. Í eini kirkju, har ein játtar Jesu uppreisn, helt hann føstuna vera eina misskiljing.

Hóast tann stranga føstan var avløgd, høvdu fólk mangar staðir enn tann skikk at fasta til nátturðatíð. Og hesin skikkur var framvegis vanligur millum kirkjufólk langt inn í farnu øld.

Samvitskusemi

Legg nú niður verðsligt sinni,
búgv nú væl títt hjarta til,
lat ei eiga pláss har inni
tað, sum spilla av sær vil;
rudda út og ger tað bjart,
birt har ljós, sum fyrr var svart,
at so frítt har í kann verða,
at Guðs bílæt tú kann bera.

(Jóannes Patursson)

Høgtíðir og veitsluhald, sum styttu so óført um myrka veturin, vórðu við føstuinngangi løgd afturum. Alt verðsligt sinni varð lagt niður. Her vórðu bæði dansur og kortspæl forbjóðað. Men hesin siður hevði ikki bara eitt sakralt grundarlag undir sær. Sólin hækkaði og dagarnir toygnaðu. Hetta var várvinnutíð. Tú skuldi gera okkurt til nyttu.

Men latum okkum her halda okkum til upprunan og innihaldið í kristnu føstuni. Hesir fjøruti dagarnir fram til páskir fylgja fleiri bíbilskum fyridømum: Móses, sum á Sinai fjalli fastaði í fjøruti dagar (2. Mós. 34,28). Elias, sum fastaði í fjøruti dagar á Hórebs fjalli (1. Kong. 19,8). Báðir á fundi við Harran. Jesus, sum eftir dópin fastaði í fjøruti dagar í oyðimørkini til Djevulin møtti honum og freistaði hann (Matt. 4,2).

Øskudagur verður í Danmark róptur »askeonsdag«, í Íslandi »öskudagur«, í Onglandi »Ash Wednesday«, á latíni »dies cinerum«, sum orðarætt merkir øskudagur. Navnið hevur dagurin eftir rómversk-katólskum halgisiði. Leivdirnar av pálmunum, sum vígdar vórðu á pálmasunnudegi árið fyri, vórðu brendar og øskan latin í íløt á altarinum og vígd. Kirkjufólkið verður biðið um at koma fram og stinga fingrarnar í øskuna og rista kross fyri sær. Prestur, sum er hjástaddur, sigur: »Minst til, at tú ert dust, at dusti skal tú verða.«

Hesi orðini minnir føstan okkum á. Talan er ikki bara um hitt likamliga dustið, men eisini hitt andliga. Tí uttan Gud og orð hansara er andin deyður og at dusti.

Føstan er ikki hetta at halda seg frá njótingum og fylla búkin. Hetta er ein samvitskutíð, har vit steðga á og hugsa um tey, sum kenna deyðans avmakt mangar ferðir meira enn vit sjálvi. Hvussu kann eg av míni yvirflóð hjálpa jagstraðum, neystaddum, fátækum og sjúkum.

Tín og mín føsta er samhaldsfesti við hesum fólkum, og hetta samhaldsfesti sýna vit við innsavningum og ymiskum stuðulstiltøkum og – ikki minst: Við einum kærleiksfullum orði. Sjálvur sigur Jesus: Tað, sum tit gera ímóti hesum fólkum, gera tit eisini ímóti mær.

Hetta er várvinnutíðin í gudstrúgv okkara. Her gera vit nakað til nyttu. Og vit heysta góðar fruktir.