Skriva út

Føroyskur songfuglur finnur vísdóm í Bíbliuni

10.03.2014 Tíðindi
Føroyskur songfuglur finnur vísdóm í Bíbliuni

Hon er vorðin nevnd ein ”norðuratlantisk frumkraft” og hevur hugtikið ummælarar í øllum Norðurlondum. Nú kemur føroyska Eivør Pálsdóttir við sanginum “You know me”, ið er skrivaður út frá einum bíbliuteksti. Høvið er 200 ára haldið hjá Danska Bíbliufelagnum.

Tá ið Eivør Pálsdóttir gevur út sangin 10. marts, verða bond knýtt millum Danmark og Føroyar. Fyrrárið fingu føroyingar sjálvir ábyrgdina av at geva ta løggildaðu bíbliuna út á føroyskum, og í ár setur ein føroyingur orð og lag til ein sang fyri Danska Bíbliufelagið við íblástri úr einum bíbliskum sálmi.

Sangurin, “You know me”, er skrivaður út frá Sálmi 139, ørindi 1-18, Harri, tú meg rannsakar og kennir, og hann er skrivaður við týðiligum samdømum úr sangarinnunnar egna lívi.

”Teksturin er opin og kann bæði snúgva seg um viðurskiftini við Gud, men eisini um kærleikan millum tvey menniskju. Tann djúpa kærleikan, sum kann rúma øllum brekum,” sigur Eivør Pálsdóttir.

”Eg kenni temaið í tekstinum aftur frá mínum egna lívi. Vit hava jú øll veikleikar, vit helst ikki vilja vísa fram, men brádliga møta vit so einum, ið sær ígjøgnum maskuna.”

”You know me” er eitt av 12 løgum, sum Danska Bíbliufelagið gevur út í 200 ára verkætlanini Lydspor fra Bibelen. Í 2014 skriva 12 tónaleikarar hvør sín sang út frá einum bíbliuteksti.

Tónleikararnir hava havt frælsi til at evna tekstirnar til, sum teir vilja.

«Bíbliunnar tekstir eru ævigt galdandi og tala eisini inn í nútíðar gerandisdagin. Tí er so umráðandi at endursiga og tolka bíbliutekstirnar. Fyri okkum snýr tað seg um at tryggja, at vanliga fólkið og tey ungu vita, at Bíblian eisini er nakað fyri tey,» sigur aðalskrivarin hjá Danska Bíbliufelagnum, Morten Thomsen Højsgaard.

’You know me’ kemur út talgilt og kann keypast á iTunes og hoyrast ígjøgnum streamingtænastur – lagið kann hoyrast ÓKEYPIS í ein mánað eftir útgávuna á bibelselskabet.dk/lydspor. Í november savnar Danska Bíbliufelagið øll 12 løgini á eini fløgu. Yvirskotið fer til HIV-rakt børn í Svasilandi.

LES MEIRA, OG FINN TÍÐINDAMYNDIR O.A. Á BIBELSELSKABET.DK/LYDSPOR OG BIBELSELSKABET.DK/200/PRESSE

Nærri kunning, samrøður ella samband við listafólkini:
Lisbeth Elkjær Øland, forlagsritstjóri, tlf. (+45) 61 78 19 80, lisbeth@bibelselskabet.dk
Morten Thomsen Højsgaard, aðalskrivari, tlf. (+45) 40 17 84 16, mth@bibelselskabet.dk