Skriva út

Føroyskur prestur í Keypmannahavn

28.08.2008 Tíðindi
Føroyskur prestur í Keypmannahavn

Derhard Olsen varð sunnudagin 7. september innsettur í starv sum føroyskur prestur í Keypmannahavn av Gert Blak Mogensen, prósti. Hann hevur í hyggju at kunna hittast á sjúklingahotellinum hósdagar.

Hósdagin 28. august varð Derhard Olsen ordineraður í dómkirkjuni í Keypmannahavn av Erik Norman Svendsen, biskuppi. Talan er um eitt fyribilsstarv, meðan Bergur Jacobsen, prestur, er í farloyvi. Sunnudagin 7. september varð Derhard so innsettur í prestastarvið í Samuelskirkjuni av Gert Blak Mogensen, prósti. Hetta var undir føroysku gudstænastuni og vóru tað møtt væl av fólki fram til hesa innsetanargudstænastu.

Prestastarvið hjá Derhard er eitt samansett starv, har ið ein triðingur av tænastuni er sum ein vanligur danskur sóknarprestur tilknýttur Samuelskirkjuni. Hinir báðir triðingarnir eru so sum føroyskur prestur fyri føroyingar, búsitandi í Keypmannahavn, og føroyskar sjúklingar á Ríkissjúkrahúsinum og Hotel Tórshavn.

Føroyska prestatænastan inniheldur tvær gudstænastur í Samuelskirkjuni um mánaðin. Hvønn fyrsta og hvønn triðja sunnudag í mánaðinum klokkan 14. Onkrar serligar gudstænastur eru umframt hesar. Síðani fer ein stórur partur av tíðini til Hotel Tórshavn og Ríkissjúkrahúsið. Derhard hevur í hyggju at vera á sjúklingahotellinum hósdagar frá klokkan 16 til 21. Har er tá møguleiki at fáa eitt prát við prest, um onkur skuldi havt hug til tað.

Annars ber altíð til at heita á føroyska prestin í Keypmannahavn á telefon 51259794 og á teldupostadressuni derhard@kirkja.org. Vanliga kann hann hittast á prestakontórinum í Samuelskirkjuni hósdagar klokkan 11-12 og fríggjadagar klokkan 17-18, og á telefon mánadagar og týsdagar klokkan 10-11. Til ber eisini at fylgja við á heimasíðuni hjá føroyska arbeiðinum í Keypmannahavn Samuelskirkjan.