Føroyskt Kirkjumál
Allar útgávur hjá Føroyskum Kirkjumáli fáast til keyps í bókabúðunum kring landið og í Bókamiðsøluni á Hjalla 7 b, FO-100 Tórshavn, tlf. +298 31 37 56.
Skrivstovan hjá Føroyskum Kirkjumáli er skrivstovan hjá dómpróstinum Essalág 18, FO-100 Tórshavn, tlf. 312436 domprost@kirkjan.fo
Skrivari er Jórun Johannesen.
---
Føroyskt Kirkjumál er stovnað við løgtingssamtykt í 1934, og skal geva út lesnað og annað, sum er gagnligt til kirkjuligt arbeiði.
Tað fyrsta, sum Føroyskt Kirkjumál gav út í 1934, var Altarbókin. Síðan hevur Føroyskt Kirkjumál givið út lestrabøkur, ritualbók, sálmabøkur, lagsøvn til sálmabókina og annan lesnað. Føroyskt Kirkjumál skal m.a. syrgja fyri, at sálmabøkur altíð eru tøkar í føroysku kirkjunum.
Føroyskt Kirkjumál fær árligan stuðul á løgtingsins fíggjarlóg.
Í nevndini í Føroyskum Kirkjumáli eru: Anfinnur Johansen lektari, Jenny Lydersen undirvísingarleiðari, sum eru vald av Mentamálráðnum, og Uni Næs dómpróstur, sum er fastur limur og formaður.