Skriva út

Føroyskt bíbliumál í 200 ár!

06.11.2023 Tíðindi
200 Ar

Sunnudagin 12. novembur kl. 11.00 verður hátíðargudstænasta í Vesturkirkjuni.

Hátíðargudstænasta er, tí at tað í ár eru 200 ár síðani, føroyingar fingu Matteusarevangeliið á egnum málið. Hetta var fyrsta bókin í Bíbliuni á føroyskum, og hetta var eisini fyrsta veruliga bók á føroyskum. Hvørt húsarhald í landinum fekk eitt eintak, og var tað J. H. Schrøter, sóknarprestur í Leirum, ið týtti og Danska Bíbliufelagið gav út.

Bókin fekk navnið “Føroyska bók”, og staðfestir Christian Matras, professari: “at Schrøter við hesum verki legði støðið undir føroyskt bókamál.”

Gudstænastan er tí bæði eitt hátíðarhald fyri føroyskt mál og bókmentasøgu og fyri føroyska kirkju- og bíbliusøgu.

Undir gudstænastuni luttaka Tórshavnar Manskór, Føroya biskupur og umboð fyri Føroyska Bíbliufelagið.

Eftir gudstænastuna er kirkjukaffi og ein framsýning av Bíblium heilt frá tíðini undan trúbótini til okkara dagar. Petur Martin Petersen úr Fuglafirði eigur Bíbliurnar.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Føroyska Bíbliufelagið