Skriva út
Føroyska Sjómansmissiónin 100 ár!
24.04.2018 Tíðindi
Seinni í ár eru 100 ár liðin, síðani Føroyska Sjómansmissiónin fór undir skipað arbeiði, og tað verður hátíðarhildið á ymiskan hátt ígjøgnum árið.
Sjómansmissiónsarbeiðið byrjaði í Suðuroy í august í 1918, og endamálið hevur alla tíðina verið á ymsan hátt at bera sjófólki okkara kristna gleðiboðskapin um Jesus Kristus, Guds Son og frelsara heimsins, umframt at stuðla sjófólkinum á aðrar hættir. Sum kunnugt eru sera stórar broytingar farnar fram í gerandisdegnum hjá sjófólkinum hesa øldina, bæði viðvíkjandi arbeiðsumstøðum, fiskileiðum og arbeiðsmynstri, og hesum hevur sjómansmissiónin støðugt roynt at laga arbeiði sítt eftir. Í dag er ein sjómanstrúboðari í starvi, ið fyrst og fremst vitjar umborð á skip og bátar í Føroyum, umframt at vitja teir umleið 40 sjómanskvinnuringarnar kring landið.
Í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið verður almenn móttøka í Leguhúsinum í Nesvík leygardagin 5. mai kl. 14:00-16:30. Hetta er samstundis partur av árligu Landsstevnuni hjá sjómanskvinnuringunum. Á skránni verður sangur, stutt frágreiðing um arbeiðið, heilsanir, drekkamunnur, umframt at nýtt búmerki verður avdúkað. Eisini verður høvi at heilsa uppá Torleif Johannesen, ið hevur starvast sum sjómanstrúboðari í Føroyum í 25 ár.
Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna!
Ein annar táttur í hátíðarhaldinum eru hugnaligar samkomur í teimum ymsu økjunum kring landið seinni í ár, har greitt verður frá arbeiðnum hjá sjómansmissiónini í orði, myndum og øðrum. Miðað verður harumframt eftir at geva bók út seinni í ár, sum skal geva yvirlit yvir søguna hjá sjómansmissiónini
Onnur tíðindi