Skriva út
Føroyska Bíbliufelagið vitjar á Argjum!
23.02.2019 Tíðindi
Sunnudagin 24. februar kl. 11 vitjar Føroyska Bíbliufelagið á guðstænastuni í Argja kirkju. Derhard Jógvansson hevur guðstænastuna og næstformaðurin í Føroyska Bìbliufelagnum Dánial á Dul Jacobsen fer at prædika. Eisini hevur Gunnar K. Nattestad, aðalskrivari eina framløgu um Bíbliufelagið.
Aftaná døgurða hevur stýrið hjá Bíbliufelagnum stýrisfund í kirkjuni.
Føroyska Bíbliufelagið er ein felagskirkjuligur felagskapur og er tí javnan á vitjan hjá ymiskum kirkjum og samkomum. Seinastu ferðirnar hevur verið vitja í katólsku kirkjuni og Adventistakirkjuni, og næstu ferðirnar verður vitja á møti hjá Frelsunarherinum 31. mars og til felagsguðstænastu í ítróttarhøllini á Sandoy Kristihimmalsferðardag 30. mai.
Nærri kunning fæst við at venda sær til aðalskrivaran hjá Bíbliufelagnum, Gunnar K. Nattestad á tlf. 78 78 26.
Føroyska Bíbliufelagið – www.biblia.fo
Onnur tíðindi